Bjørt Samuelsen, tingkvinna og fólkatingsvalevni
Atgerast ein sjálvstøðug tjóð snýr seg um at fáa allar teir møguleikar og taðfrælsi, sum onnur lond hava. Ikki minst í mun til uttanríkispolitiskviðurskifti. At kunna samstarva og gera avtalur á jøvnum føti við heimsinslond.
Hetta minti eg danskaforsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen á, tá hann í fjør summar dró“avbyrgingarkortið” á tíðindafundi aftaná sonevnda ríkisfundinum.
Spurningurin umsjálvstøðugar Føroyar snýr seg um beint hitt øvuta – nevniliga um at sleppa særútum girðingina fyri at kunna knýta sambond, gera avtalur og samstarva frítt viðonnur lond.
Eins og eg gjørdi viðLøkke, so ætli eg mær á Fólkatingi áhaldandi at seta fokus á, hví Føroyar mugugerast ein sjálvstøðug tjóð. Hví tað er fremsta fyritreytin fyri at kunna virkaá jøvnum føti við øll heimsins lond, eisini við Danmark, sum tað er púranatúrligt at samstarva við. Fari her at endurtaka boðskapin, eg sendi danskaforsætisráðharranum:
“Í einum sjálvstøðugumlandi fáa vit møguleikan at ávirka og velja, hvørjum vit eru í samstarvi ellafelagsskapi við – eitt nú um vit ynskja at vera í einum felagsskapi við Danmarkog/ella øðrum Norðurlondum, gerast partur av búskaparliga samstarvinum í ES,knýta serliga tøtt sambond við Skotland og/ella Bretland – í heila tikið,hvørja uttanríkispolitiska leið, vit velja at ganga, saman við okkarasamstarvspørtum.
Við at leggja skøvutu sambandsplátunaum avbyrging á, verður roynt at billa fólki inn, at Danmark er lykilin hjáFøroyum og Grønlandi til sambond við umheimin. Men hetta er at venda sannleikanumá høvdið. Tí, víst hava Føroyar og Grønland í summum førum ágóða av atsamstarva við Danmark, men í tí stóra perspektivinum, so eru tað eru Føroyar,og ikki minni Grønland, sum eru lykilin hjá Danmark til støðu teirra í altjóðapolitikki. Við hesum londum røkkur danska kongsríkið um norðuratlantshav allanvegin til Arktis, og ger sostatt Danmark, ið annars verður mett sum eittpinkuland, til ein sentralan leikara, eitt nú tá umræður telvingina um Arktis, iðer ein brennidepil í altjóða politikki.
Tað er alt annað enn avtilvild, at alsamt fleiri røddir nú hoyrast tosa um at enduskiparíksifelagsskapin. Tað gongur sjón fyri søgn. Føroyar eru nú so sjálvstýrandi,at seinastu fetini til fult sjálvræði eru færri enn tey flestu geva sær far um.Vit eru so nær einum sjálvstøðugum Føroyum, at eingin orsøk er at rópa hart, ogneyðugu fetini verða tikin hvønn einasta dag. Og í Grønlandi logarsjálvbjargnisandin og -viljin bjartari enn nakrantíð. Tí ræður um hjá sambandspolitikarumat finna vegir at halda fast um ríkisfelagsskapin. Tey vita fullvæl, at altjóðaáhugin fyri sambandi og samstarvi við Føroyar og Grønland er stórur.”
“Ingen er sig selv nok”, sosegði hann Løkke. Og hetta er so satt, sum tað er sagt. Heimurin í dag ersínamillum tengdur, og einki land klárar seg einsamalt. Frælsu Føroyar fara atvirka í tøttum samstarvi við mong onnur lond.
Tað avgerandi er, atføroyska fólkið eigur rættin at taka avgerðina um, hvussu vit skipa okkum, og rættinat knýta tey sambond og vera partur av teimum avtalum og felagsskapum, sumføroyska fólkið ynskir, og sum tænir føroyskum áhugamálum best. So eg kann baraendurtaka, at loysing merkir samband. Frítt samband við heimin kring okkum!
Bjørt Samuelsen
Fólkatingsvalevni og tingkvinna