Sambandsfólk, sumjú eru ógvuliga væl umboðað í øllum flokkum uttan Tjóðveldi, plaga at hartatjóðveldisfólk fyri at reka fullveldisstríð á danatingi. Tað stríðið skaltakast í Føroyum, siga tey, og halda seg tá hava sagt ein sjálvsagdansannleika, sum tippir alt og øll. Sjálvt um uppáhaldið er tað reina møsn. Tí fullveldisstríðiðskal sjálvsagt standa á øllum vígvøllum, sum fullveldisfólk sleppa á, og táserliga á teimum vígvøllum, har mótparturin av øllum alvi verjir sítt vald yvirføroyska fólkinum. Tað er ein sjálvsagdur sannleiki.
Og Løkke tykist halda tað sama, tó at politiska málið er tað øvugta, nú hannkemur til Føroya í einari desperatari roynd at bjarga onkrum petti í einumhugsaðum parlamentariskum grundarlagi fyri framhaldandi donskum stjórnarvaldieftir fólkatingsvali.
Munurin er bara, at Tjóðveldi, í tann mun tað slepst undan tí, hvørki hevur hugella ætlar sær at leggja seg beinleiðis út í danskan innanríkispolitikk.
Danski forsætisráðharrin kemur hinvegin higar fyri beinleiðis at leggja seg útí føroyska valstríðið og føroyskan politikk. Tað er hansara søk, hann skal veravælkomin.
Eg havi álit á,at føroyskir veljarar duga so frægt á at skyna, at teir ikki lata seg tøla avhesi valherferðini í Føroyum, sum danski stjórnarleiðarin er farin undir.
Besta og einasta rætta svarið er at velja E grundlógardagin danska.
Ingolf S. Olsen
Fólkatingsvalevni