Lokalpolitikkur, - Operatión Glyvursnes

9 November 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

og føroyingum ikki ólíkt, so er ongin kontinuitetur, ongin samanhangur í nøkrum, og alt málið verður tikið upp til nýggja viðgerð, nú vit nærkast evstamarkinum, har ið veruleikin verður avloystur av hugskotsríku prosessini, nú, táið einasta portrið til flogferðslu millum okkum og umheimin skal skipast samfelagnum til frama og frægasta gagn.


Fyri viku síðani verða nakrir politiskir oddvitar samrøddir á nationala sjónvarpsskíggjanum. Vinnunevndarformaðurin hevur onga meining, tí flokkurin hevur ikki viðgjørt málið. Poul Michelsen boðar væl saktans fyri Fólkaflokkin frá, at minst møguligt skal útbyggjast í Vágum og alternativi framsøgumaðurin í flogvallarmálum hjá Tjóðveldinum, Sjúrður Skaale, er tann mest bersøgni, táið hann greitt boðar frá, at vit ikki skulu skunda útbyggingina ígjøgnum áðrenn jól, tí bíðast má eftir eini kanning av flogvallarviðurskiftunum í Søltuvík og á Glyvursnesi, og eru hesar væntandi í mars mánaða 2010.


Var í nøkur ár framsøgumaður hjá Tjóðveldinum í flogvallarmálum, og alt bendir á, at støðan, sum vit bæði Heidi Petersen høvdu í hesum essentiella máli, er broytt fundamentalt. Í drúgva álitinum, sum varð skrivað í samband við uppskotið hjá Djurholm um at stovna partafelagið Vága floghavn, gjørdu vit greitt, at vit hildu lítið um politiska maktaloysi, sum fyrra ABC-samgongan hevði sýnt, táið hon avreiddi dønum Íleggingargrunnin. Táið hetta nú var hent kortini, so valdu vit ta pragmatisku loysnina at mæla til útbyggingina við fíggjarligu realiseringini av tí niðurlaðaða grunninum, og hartil boðaðu vit greitt frá í sama áliti, at Tjóðveldisflokkurin samanumtikið tók undir við, at flogvøllurin nú varð útbygdur í mest møguligan mun. T.v.s., at lendingarbreytin verður 1800 metrar.


Ein alternativur flogvøllur var eisini nevndur í hesum áliti. Soleiðis verður skrivað: “Táið hetta arbeiðið (í Vágum, tj-.) er liðugt um nøkur ár, er tíðin komin til at taka avgerðina, eftir ráðum frá skikkaðum fólki, um hvar ið ein alternativur altjóða flogvøllur skal gerast í landinum. Ein flogvøllur, sum fyrst og fremst skal plaserast eftir tørvinum, sum væntast at fara at vera á flogferðslu og flutningi loftvegis tey næstu 100-200 árini, og ikki samsvarandi lokalpolitiskum atlitum, soleiðis sum tað ofta hevur verið róð framundir, eisini undir tingviðgerðum. Í kjakinum hava fleiri møguleikar verið nevndir, eitt nú Søltuvík, Glyvursnes, Skorhæddin, Svínoy o.s.fr.”


Stívliga hálvt ár eftir hetta leggja fimm tingfólk uppskot fram til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið uppskot til verklagslóg um skjótast gjørligt at byggja altjóða flogvøll í Føroyum, ið er minst 2200 metrar til longdar, við møguleika fyri leingjan. Samstundis varð heitt á landsstýrið um at tryggja, at lendi, sum talan kann verða um at brúka til nýggja flogvøllin, ikki verða nýtt til onnur endamál. Uppskotið varð samtykt.
Táið vinnumálaráðið fekk frænir av hesum uppskoti, fingu menn á Tinganeshelluni bráðliga ein óvanligan skund. Tíðindafundur og hov verða hildin á Hafnia gistingarhúsinum árla á morgni, fyri uppfaringartíð. Har verður lokalpolitiska Djurholm-doktrinin í flogvallarmálum knæsett. Hann fráboðar og setir kanningar í verk í Søltuvík og á Glyvursnesi. Allir aðrir møguleikar vera útihýstir. Orsøkin sigst vera ein neyðarslig og óvanliga pírin kanning, mest átøk túnatosi, sum norska partafelagið Asplan Viak hevði latið frá sær 10. august 2006. Onkur sigur, at hon kostaði vinnumálaráðnum slakar hundrað túsund krónur, og tað sæst aftur í greiningini, tí hon byggir fyri tað mesta á leysar metingar. Eitt nú er fjallið Tyril ein bági fyri eini loysn á Skorhæddini, Klórarin omanfyri Skála ein annar (her eru Strendur og Skála komin í bland hjá teimum ókunnugu) og síðani er Múlin yviri á streymoyarlandinum mín sann eisini ein forðing. Skemtiligastir eru teir tó í útsøgnini: “Uten å ha rådført oss med meteorologer kan vi likevel med stor sikkerhet si at alvorlige turbolenser oppstår ved vindretninger på tvers av fjorden.”


Hendan bílagda traktatin frá norðmonnum avgjørdi alt. Søltuvík var vald sum kanningarøki uppá hvamsvís, vøllurin har kann í mesta lagi verða 1800 metrar til longdar, helst ikki longri enn 1650 metrar. Útihýsingarmetodan, við Sandoynni sum fiktivum alternativi, skuldi fremja kongstankan hjá Djurholm og Fólkaflokkinum, sum er, at ein altjóða flogvøllur skal leggjast út- ella inneftir Glyvursnesi.


Høvdu vit vitað, at hetta var besta alternativa loysnin, so var tað í lagi. Hetta fáa vit tó ongantíð greiði á, tí aðrir møguleikar ongantíð verða kannaðir, hóast tingsamtyktina frá 20. november, táið uppskot okkara til samtyktar fekk ein meiriluta fyri sær á tingi.


Sambært ársfrágreiðingini hjá Landsverki fyri 2008 er greitt, at Djurholm-doktrinin framvegis livir sítt fríska lív og er kreddan hjá føroyskum verkfrøðingum, í hvussu er teimum alment løntu á Landsverksbásinum, beint andvegis omanfyrinevndu tingsamtykt. Sagt verður í grein hjá Ewaldi Kjølbro: “Landsverk hevur tey seinastu fimm árini kannað møguleikarnar fyri einum alternativum flogvølli í Føroyum. Grundað á veðurfrøðiligu mátingarnar síðani 2006 verður ein fyribils niðurstøða gjørd seinni í ár um veðurfrøðiligu viðurskiftini og inn- og útflúgvingar umstøðurnar í Søltuvík og á Glyvursnesi. Eru hesi støðini egnað, verður arbeitt víðari við málinum, soleiðis at tilmælið kann fyriliggja næsta ár.”

Í eina tíð hava loyniligir skýmaskotsfundir verið hildnir í Havn um landsins flogvallarviðurskifti. Útvaldir flogskiparar, í starvi hjá nationala flogfelagnum, aðrar staðir høvdu teir helst verið róptir “renegatar” og havt eina óvissa framtíðarlagnu, og serliga útpeikaðir politikarar hava dúgliga hitst, helst fyri at skáka ætlaðu útbyggingina í Vágum. Táið alternativi framsøgumaðurin hjá Tjóðveldinum í flogvallarmálum mælir til at steðga ætlanunum í Vágum, meðan vit bíða eftir veðurmátingum og niðurstøðuni viðvíkjandi Glyvursnesi (Søltuvík er sum sagt bara hjáputur í veruligu kabalini), er tað bara eitt tekin um, at onkur er krøktur á agnhaldinum hjá Djurholm, í hansara merkiliga lokalpolitiska framferðarhátti í avgerðandi málinum um loftvegis ferðamøguleikarnar hjá føroyingum í ókomnum døgum.

Tað hevur verið ein rímilig semja um útbyggingina í Vágum. Væntuliga er framvegis ein tingmeiriluti fyri henni, men um semja er um at víðka flogbreytina út á 1799 metrar, soleiðis sum Tjóðveldi skjeyt upp í álitinum um pf. Vága floghavn á sinni, tað vita vit ikki, fyrrenn atkvøtt er um verklagslógina, sum er væntandi frá vinnumálaráðnum ein av fyrstu døgunum. Ein nýggjur altjóða flogvøllur kostar tað mesta av tveimum milliardum krónum, so tey fáu hondoyruni, sum leypa av, um ætlanin í Vágum ikki skal verða meira enn 1600 metrar til longdar muna í tí høpinum ikki meira enn eitt evarska lítið kolapetti á grúgvuni hjá Belsebub.

Fremjið bestu ætlanina í Vágum, og farið so undir at kanna alternativu flogvallarviðurskiftini sambært tingsamtyktini um alternativan altjóða flogvøll. Lokalpolitiska Djurholm-doktrinin, ið eins og ein kyklopur einvegis sær fyri sær møguleikar í Suðurstreymoy, og sum hevur fingið yvir sær ein sekteriskan dám, nú ráðleggingar og spunasmíð fara fram í tøttum cellum, millum útvaldar pilotar og politikarar, kunnu í besta føri hava tað við sær, at als ongin loysn fæst á flogvallarmálinum í fleiri áratíggju frameftir. Sum skaldið tók til á sinni: “Saman at halda var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr her blivið.”

Soleiðis sær málið út í optikkinum hjá einum fyrrverandi framsøgumanni Tjóðveldisins í vinnu- og harvið flogvallarmálum.

Tórbjørn Jacobsen