Sambært nýggjum viðtøkum hjá ávísum flokkum, er tað eftir øllum at døma í lagi at sita á løgtingi OG eisini arbeiða sum lækni, borgarstjóri, komikari, undirvísari, bóndi, skrivari, reiðari, stjóri, bókhaldari, útróðrarmaður osfr . ...bara tú ikki eisini arbeiðir sum fólkatingsumboð.
Men hvar er logikkurin í hesum – og hvar er politikkurin?
Eg skilji væl tey, sum spyrja, um føroyingar hava nakað at gera á Fólkatingi? Tað er jú absurd, at eitt land skal verða umboðað í tveimum parlamentum. Men støða okkara er absurd! Vit hava jú tvey parlament, sum taka ymsar avgerðir okkara vegna.
Fólkatingið viðger og smíðjar lógir, sum viðvíkja ikki-yvirtiknum málum, t.d. uttanríkismál, útlendingamál (enn), gjaldoyra og valutamál, fíggjarmál og eftirlit, verjumál, stjórnarrættarlig mál osfr. Og so ger danska stjórnin eisini altjóða avtalur, sum eisini eru bindandi fyri Føroyar.
Tí er tað ikki líkamikið, hvør tað er, ið, sum føroyskt fólkatingsumboð, talar okkara søk, tá ið altjóða bindingar verða gjørdar, og lógir samtyktar, sum viðkoma okkum.
Umráðandi er, at tann røddin, ið talar, velur at styrkja okkum sum tjóð, so vit fáa økt rættindi, og soleiðis, at hetta arbeiðið kann føra okkum hartil, at vit hava altjóða rætt til at skipa okkum sum fullveldi uttan útlendska uppíblandan.
Altjóða rættarreglur eru, sum skipa hesi viðurskifti. Altjóða ST reglur, sum t.d ikki vóru galdandi við samráðingarborðið, tá ið fullveldislandsstýrið samráddist um aldaskiftið um fullveldið, tí at danska stjórnin ikki viðurkennir okkara sjálvsavgerðarrætt. Og sum tí heldur ikki virkar , tá ið t.d. danski forsætismálaráðharrin lyftir peikifingrinum móti eini stjórnarskipan, sum løgtingið er við at samtykkja. Hetta hevði ikki komið fyri í einum landi har sjálvsavgerðarrætturin verður virdur.
Høvdu vit havt fingið viðurkent okkara sjálvsavgerðarrætt bæði í Danmark og úti í heimi, so hevði forsætismálaráðharrin ella danska stjórnin ikki heimild til slíka uppíblandan. Og høvdu vit havt fingið viðurkent okkara sjálvsavgerðarrætt, høvdu búskaparligar hóttanir heldur ikki verið legalar undir fullveldissamráðingum.
Tí er tað so týdningarmikið hjá tí fólkavalda umboðnum á Danatingi at verja tey tjóðskaparligu sjónarmiðini og rættindini, sum vit eiga at fáa viðurkent, og sum hava til endamáls at fáa viðurkent okkum sum tjóð herheima og í altjóða samfelagnum.
Gott val
Annita á Fríðriksmørk