Fakta í hesum máli er:
-Brúkaraumboðið var ikki við í marknaðarføringslógini, sum fyrra ABC legði fyri tingið.
-Brúkarumboðið kom við í lógina og varð lagt fram av CHE-landsstýrinum og samtykt av CHE saman við pørtum av andstøðuni.
-Avtalan var púra greið, at pengar fylgdu við frá 1. januar 2009, og stovnurin Brúkaraumboð var við í raðfestingunum hjá Vinnumálaráðnum sum lógarbundin játtan, og sostatt við í fíggjarlógini vit sótu og arbeiddu við, tá Javnaðarflokkurin vendi CHE bakið.
-Men hóast lógin var komin, so var Brúkarumboðið ikki við í fíggjarlógaruppskotinum, sum kom frá landsstýrinum hjá núverandi ABC-samgongu, og stovnurin var – helst av somu orsøk – ikki klárur at fara til verka 1. januar, sum samtykt.
-Brúkaraumboðið varð telvað inn í fíggjarlógina sum partur av semjuni millum andstøðu og samgongu í fíggjarnevndini, og sostatt ikki nøkur avgerð hjá ABC.
Eg skrivi ongastaðni, so sum Eyðgunn leggur meg undir, at Tjóðveldi loysti málið einsamalt. Beint tvørturímóti stendur: “...men vit kannaðu okkum ikki bitan einsamøll, tí undirtøkan í táverandi samgongu var holl. Í CHE vóru vit á einum máli um, at Brúkaraumboðið skuldi við í marknaðarføringslógina, skuldi lógin fáa neyðuga tyngd og týdning fyri brúkaran og fyri marknaðin.” Eisini fegnaðist eg um, at tað varð farið frá at vera býtisbarn til hjartabarn hjá landsstýrismanninum, sum jú mælti Løgtinginum frá at samtykkja Brúkaraumboðið, tá hann sat sum formaður í vinnunevndini. Og at Brúkaraumboðið tískil í dag má sigast at byggja á breiða politiska undirtøku – sum eg fegnaðist um í greinini.
Brúkaraumboðið er eitt av fleiri dømum um munin á virðispolitikkinum hjá CHE og ABC.
Og Eyðgunn veit eins væl og eg, at Brúkarumboðið var ikki veruleiki í dag, var tað ikki fyri CHE.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Tjóðveldi