Sterkasta kortið í røðuni hjá løgmanni á Ólavsvøku er luturin, ið snýr seg um, hvussu fiskivinnu-politikkurin skal stjórnast næsta fiskiár og í ókomnum døgum. Visiónirnar umboða eitt nýtt og neyðugt rák í føroyskum politikki. Eftir at Fólkaflokkurin hevði stungið halan ímillum beinini, og var runnin stórspelandi undan ábyrgdini á Tinganeshelluni, hendi tað óvæntaða nýbrotið, at føroyingar á fyrsta sinni fingu eina minniluta heimastýrisstjórn. Stundir vóru ikki til val, stórmál skuldu loysast, vinnuni at frama, eitt nú skipanin av makrelveiðuni etc.
Tað var Ábraham Lincoln sum segði, at: ”Tú sleppur ikki undan ábyrgdini ímorgin við at krúpa undan ábyrgdini í dag.” Framsøkn og Tjóðveldi akslaðu í pørtum síni skinn við eftirverandi samgonguflokkar, og burturúr hesum kom eitt samstarv, ið m.a. endurspeglast í uppskotinum, sum Jóhan Dahl hevur lagt fram, um ásetingina av veiðidøgum í fiskidagaskipanini fyri fiskiárið 2011/2012. Hetta er fyrsta aktin av fleiri, í eini ærligari roynd, at røkka lívfrøði- og búskaparliga burðardyggari veiði, - í seinasta lagi í fiskiárinum 2015/2016.
Alt talar fyri, at vit hava dugað ómetaliga illa at skipa fiskiveiðina á egnum leiðum, síðani fiskimarkið var flutt út á 200 fjórðingar, - fyri skjótt 35 árum síðani. Fyrst royndu vit at subsidiera okkum burturúr einum alt ov stórum og skeivum flota, ið kom inn á grunnarnar av fjar- og miðleiðum, eftir at egnar leiðir rúmkaðust og høvini annars vórðu stikað av í national veiðiøki. Royndin miseydnaðist, stovnsrøktin varð slept upp á fjall, og hetta mundi vera meginorsøkin til, at búskaparligu tjøldini skrædnaðu í 1992. Eitt kollaps av dimensiónum, eftir at veiðinøgdirnar, tiknar upp av landgrunninum, til endans høvdu sligið øll met tann skeiva vegin. Eitt talandi dømi um, at fiskivinnupolitikkur og búskaparpolitikkur eru nær skyldir faktorar í føroyska samfelagnum.
Onnur veruliga royndin varð hin hálovaða fiskidagaskipanin, ið fleiri hildu, og sum fleiri framvegis halda vera, eitt ævinligt gonguverk, eina sjálvregulerandi mekanismu, í sannari, ja, næstan heilagari, pakt við natúrufyritreytirnar - til eina og hvørja tíð. Ævinliga burðardygg í mergi og liðum. Hon tóktist rigga í viðgongd, men eftir áleið 10 ára roynd, kom hon í harðan andróður, og avreiddu nøgdirnar av høvuðsfiskastovnunum, toski og hýsu, eru nú aftur á sama ússaliga støði, sum táið vit eftir at hava brúkt fleiri milliardir krónur í almennum studningskrónum, í royndini eftir at veiða tann seinasta stertin, fyri kreppuna stóru, settu met tann skeiva vegin.
Tað kunnu vera mangar orsøkir til hesa óvanligu og negativu gongd, í mun til mynstrið annars, í eina heila øld, men ein samanfallandi orsøk er í hvussu er, at vit ikki hava lurtað eftir, tíansheldur fylgt teimum ráðum, sum vísindamenninir á rannsóknarstovni okkara í havi og fiski eru bidnir um at geva okkum í samstarvi við millumtjóðastovnin í havrannsóknum - ICES.
Vesturtýski kanslarin, Konrad Adenauer, segði einaferð, at: ”Vit búgva undir sama himmalhválvi, men sjónarringurin er tó ikki hin sami hjá øllum okkara.” Hetta kom mær til hugs, táið tingbólkaformaðurin í einum av flokkunum í nýggja fiskivinnupolitiska samstarvinum, Sambandsflokkinum, í tinginum týsdagin, segði seg at hava lítið álit á fiskifrøðingunum. Heilt paradoksalt samanbar hann Eilif Gaard og hansara frøðisveinar við teir meira ella minni ”korrumperaðu” býrokratarnar í FIFA, sum í fyrstu syftuni gjørdu Føroyum tann mikla órætt, at plasera okkum niðari enn Wales á altjóða styrkilistanum í fótbólti. Hann róði líkasum framundir, at heiðamaðurin, Jákup Emil hjá barberinum í Saltangará, ikki at mistaka við Barberin í Sevilla, hjá Gioachino Rossini, kanska átti at fari í víggj við roknimaskinuni á øðrum sinni, hesaferð ímóti nationala havrannsóknarstovninum Havstovuni, og ongantíð betur, um hann eisini kundi givið ICES ein frammaná. Hetta er líkasum kreddan hjá miðaldarliga íhaldnu og burturav opportunistisku falanksuni í Sambandinum, sum nú av øllum alvi stríðist fyri at forkoma eini semju, sum oddvitar teirra hava gjørt við tríggjar aðrar flokkar.
Avreiðingarnøgdin og hennara virði eru teimum týdningarleys, hóast hetta er megingrundarlagið undir føroyska búskapinum og harvið føroyska vælferðarsamfelagnum.
Optimal stovnsrøkt hevur altíð verið ein avgerandi politisk leið fyri Tjóðveldisflokkin. Kreddan hevur frá byrjan verið, at fiskastovnarnir eru varandi grundarlagið undir føroyska búskapinum. Við hesum viðføri sáttaðust vit við aðrar, hin 20. apríl, um eina fiskivinnupolitiska semju, sum skuldi røkka yvir um valskeið, og sum skuldi tryggja, at vit yvir eitt styttri tíðarmál, kundu brynja okkum við tí ediliga prædikatinum, at okkara fiskiveiði nú var burðardygg í øllum lutum. Hetta er veruliga ein visión í víðastu merking. Hon tryggjar:
· At fiskastovnarnir fáast á beint aftur.
· At búskaparliga íkastið úr fiskivinnuni gerst munandi størri enn frammanundan.
· At manningar og reiðarí aftur fara at vinna pening.
· At vit sleppa innaftur á fyrstu parkett hjá keyparunum av føroyskum fiskavørum.
· At vit av etiskum og moralskum orsøkum kunnu bjóða okkum fram sum ein grønan depil.
Uppskotið hjá landsstýrismanninum gevur eina veruliga vón um, at vit eru ávegis undir ásetingarnar hjá m.a. Sameindum Tjóðum, sum eitt nú MSC-felagsskapurin hevur sett sum krøv fyri góðkenning, har ásett verður, at fiskiveiðan verður skipað soleiðis, at forðað verður fyri ovveiði og niðurfisking av fiskasløgum. Eru tað sløg sum eru niðurfiskaði, skal veiðan skipast sum liður í eini endurbygging av stovnunum. Í aðru atløgu skal fiskiveiðan skipast soleiðis, at virkni, bygnaðurin og diversiteturin í havsins vistskipan verða varðveitt og í triðja lagi skal veiðan vera løgd til rættis undir eini effektivari umsitingarskipan, ið virðir lokalar, regionalar og altjóða lógir og hartil skal veiðan strategiskt vera skipað soleiðis, at hon tryggjar eina optimala framtíðarveiði.
Tað tykist sum, at siðaskiftið í fiskivinnupolitikkinum umsíðir er komið á beint aftur. Royndin í 2008 miseydnaðist fyri ein part, men kanska vóru tær ristingarnar og skelvingarnar neyðugar, fyri at fáa fólk at skilja, at oyðimarkargongdin, har vit av politiskum dugnaloysi slerdu botnin undan okkara egna búskaparfundamenti, sagaðu greinina av, sum vit sjálvi sótu á, kundi forkoma vælferðarsamfelagnum, sum er tað yvirskipaða valið, vit hava gjørt annars, - politiskt. Hetta er á mangan hátt eitt álvarsmál, og at taka avgerðir í álvaramálum fær ósvitandi avleiðingar, bæði negativar og positivar.
Tað tykjast í løtuni at vera tveir politiskir ”skúlar” í fiskivinnupolitikkinum. Annar parturin tekur kultiverað sítt støðið í fiskastovnunum, meðan hin parturin tekur støðið í rakstrargøgnunum, líkamikið hvussu javnvágin annars er ímillum stál og stovnar. Øll halda seg hava rætt, og tað hava tey helst, út frá hvør sínari sannføring. Annar parturin hjúklar um samfelagsbúskapin, ímeðan hin parturin heldur seg hjúkla um privatu rakstrareindirnar, sum tó liggja í kroniskum fíggjarligum andaleypi, orsakað av ov høgum veiðitrýsti í alt ov langa tíð, - í alt ov mong ár. At kíla undir, at the tragedy of the commons – hugtakið, fær fastatøkur á føroyskum havleiðum, er ábyrgdarleyst mótvegis manningum, reiðaríum og ikki minst mótvegis einum samfelag, sum í so stóran mun livir og yvirlivir av tí sum fæst upp úr havsins djúpu námum.
Støðan er so ring, at hon neyvan kann gerast verri. Ein skeivur kóvboybiologiskur fiskivinnupolitikkur er fyri tað mesta orsøkin til, at vit hava eina manko á umleið 30 túsund tons í avreiðingunum av toski og hýsu, í mun til meðalveiðuna í meira enn hundrað ár. Hetta kann svara til eitt eksportvirði á umleið eina milliard krónur ella meira um árið. Vit eru hesi árini farin allar aðrar leiðir enn tær, sum vísindaligu tilmælini royndu at beina okkum, og tí kennist tað sum, at hendan leiðin skal roynast í royndini at royta okkum sjálvi uppaftur á natúrligu javnvágirnar, ið kunnu tryggja okkum tað mest optimala búskaparliga úrslitið sum yvirhøvur til ber.
Fiskidagaskipanin er ikki ein sjálvregulerandi skipan, hon er hvørki verri ella betri enn tann politiski viljin, ið til eina og hvørja tíð stjórnar henni. Soleiðis er tað við øllum mannaskaptum skipanum, og verður trýstið ikki stillað, í mun til tað, sum stovnarnir til eina og hvørja tíð tola, so endar eisini hon sum eitt potemkinleiktjald, ið bara var til sjónar fyri eina tíð og til eitt ávíst høvi. Ein tóm kulissa.
Fiskidagaskipan kann vera eitt gott amboð í bæði stovnsrøkt og í fiskiveiðini kring Føroyar, men tað krevur, at visiónin í semjuni flokkana millum verður fylgd. Tað krevur eisini, at ein brúksskylduskipan fæst at virka, sum dugnar teimum dugnaligu, - í lívfrøðiliga burðardyggu veiðuni. Her eru nakrir sjuntar, ið skulu justerast, skal tað býðast í bøtur, og hesir sjuntarnir eru av størri týdningi at stilla rætt, heldur enn teir, sum onkur ætlar at steikja sær valfleskið við, nú tað stundar til eitt løgtingsval, sum helst fer at vera ásett, alt eftir um søguliga fiskivinnusemjan ber ella brestur. Hin stóri fraklendingurin, Charles de Gualle, helt fyri, at leiðsla er eitt val ímillum trupulleikar, tí ræður um, at mergurin ikki leypur úr rygginum á monnum og kvinnum, nú royndarstundin nærkast.
Vit hava í hesum døgum møguleikan fyri at mótprógva kendu orðini hjá bretska filosoffinum Bertrand Russel: ”Visindamaðurin stríðist fyri at gera tað ómøguliga møguligt. Politikarin stríðist fyri at gera tað møguliga ómøguligt.”
Vónandi vinnur skilið á óskilinum í hesi lagnustund, og Tjóðveldisins partur skal ikki liggja eftir, tá tøkini skulu takast samsvarandi teirri semju, sum gjørd er um hetta mál til landsins og fólksins frama.
Tórbjørn Jacobsen