Legg kortini á borðið, - Brekkstein.

7 October 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Ímillum allar tær hjartanemandi føðingardagsheilsaninar ímorgun myrkti hendan hønubýtta viðmerkingin hjá Annfinni Brekkstein nakað væl fyri sólini. Fari at krevja av Annfinni Brekkstein, at hann alment, áðrenn ein sólarringur er farin, prógvar fyri Føroya fólki, at individið Tórbjørn Jacobsen skyldar teimum 42 milliónir krónur, og megnar hann ikki at bera prógvið fram á torg, skal hann í sama tíðarhvarvi biðja um eina treytaleysa umbering, vi ongum uttanum tosið, fyri sítt sjúka uppáhald. Hendir onki av hesum, fyri døgverðamálið ímorgin, verður málið tikið upp í øðrum høpi.

Tórbjørn Jacobsen