Latum okkum uppfinna djúpa tallerkin enn einaferð

30 October 2007
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Og seinasta útmeldingin frá John Johannesen man bara vera enn eitt dømi um tað.

Men alt gott um tað í hesum føri!

Nú sigur yngsti maður á tingi seg vilja burtur úr donsku grundlógini, burtur úr ríkisfelagsskapinum, og burtur úr heimastýrinum. Tí, sum hann sigur: “Vit kunnu ikki bara sova víðari og lata sum um, at uttanríkispolitiska heimildarlógin er tann stóra bjargingin. Tí tað er hon ikki.”!

Í staðin mælir hann til, at vit samráða okkum til ein frælsan felagsskap. Her kundi sæð út til, at vit hava ein ungan mann úr Javnaðarflokkinum, sum vil, at nakað skal henda, og spurningurin er, um hann nú tekur uppskotið frá fullveldissamgonguni um frælsan felagsskap frá 2000 til sín.

Frælsur felagsskapur kann fara tveir vegir. Tann hjá fullveldissamgonguni merkti, at Føroyar vórðu fullveldi, og at vit samstarvaðu við Danmark á JØVNUM føti. Veit ikki heilt, um hetta er leisturin hjá John, ella um hetta er tað lunkaða við, at vit lata sum um, men at danir sita við evstu ábyrgd. At vit skulu hava ein sokallaðan frælsan felagsskap, men ikki fullveldi.

Men tað góða við útmeldingini hjá John er, at hann gevur uttanríkispolitisku heimildarlógini eitt skot fyri bógvin. Hann ásannar nú, at henda heimildarlóg, sum annars skuldi verða krúnan yvir politisk avrik hjá løgmanni, ikki er nýtilig. Hon var eisini orðað av og viðgjørd av donskum embætisfólki og teirra politikarum. Havi mistanka um, at henda søgan endurtekur seg í útmeldingini hjá John um frælsan felagsskap. Onkur fuglur hevur sungið um, at tankin um, at føroyski Javnaðarflokkurin skal melda út við einum sokallaðum frælsum felagsskapi eisini er fostraður millum danskar embætismenn og teirra politikarar.

Og hvør veit, um ikki Helle Thorning Smith í valstríðnum skal koma á banan og siga: “Jamen, det kan jo godt lade sig gøre!” Hvør skal siga, danir siga jú gott fyri tí, ergo er tað gott! Og so skulu vit aftur lata sum um, at nakað hendir, júst sum við grønlendsku sjálvstýriskommisiónini og føroysku stjórnarskipanarnevndini. Vit parkera málið í eina dansk/føroyska embætismanna- og politikaranevnd, sum so skal lata sum um, at hon arbeiðir við onkrum, sum ber á sjálvstýrisleið.

Men her kundi hóskandi verið mint á, at nevndararbeiðið við frælsum felagskapi er gjørt og væl lýst í Hvítu bók. Hetta var jú tað, sum fullveldissamgongan arbeiddi við og fór til samráðingar við danir um í 2000.

Ironiskt nokk, so var John í Rás2 týsdagin kl. 12.00 og mælti til, at vit fóru úr donsku grundlógini, og hesum hevði hann fingið grønt ljós fyri frá lyklapersónum úr Javnaðarflokkinum, segði hann. Veit ikki, hvønn hann definerar sum lyklapersón, men 20 minuttir seinni var formaður Javnaðarfloksins á tingi, Kristian Magnussen, í Útvarpi Føroya og mælti frá, at vit fingu okkara egnu føroysku grundlóg.

Tað vil siga, at Javnaðarflokkurin sigur seg nú hvørki vilja hava eina danska ella føroyska grundlóg.

Ei undur í, at Javnaðarflokkurin ber orð fyri at skifta meining, sum onnur skifta hosur.

Annita á Fríðriksmørk