Latið okkum skipa ein ríkjafelagsskap millum sjálvstøðug lond

24 May 2019
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Havi við undran lisið mongu fráboðanirnar frá valevnum hjáSambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, ið royna at mála eina dapra mynd av okkarasamfelag. Tey siga, at nærum alt er ringt nú, og koma tey til, so verður altgott. Ja, okkurt skulu tey siga. Men sannleikin er hetta ikki.

Hvør vil aftur tilblokkhækking?
Vitminnast jú eisini væl, hvussu hesir somu flokkar fyri stuttum bóðu donskustjórnina um at hækka blokkin við 200 mió. kr., hvussu teir tømduBúskapargrunnin, avtóku Landsbankan, fóru undir árliga hækking av blokkinum, ogframdu ógvusligar lógarbroytingar uttan veruliga viðgerð. Hetta munnu tað verafá, ið ynskja sær aftur til.

Sjálvbjargnari nú ennnakrantíð
Vithava í veruleikanum ongantíð verið meira sjálvbjargin enn nú. Samfelagsliga. Vinnuliga.Fyrisitingarliga. Búskaparliga. Tí siga vit, at stundin er komin til, at takaseinastu tøkini. Latið okkum saman fara undir at umskipa ríkisfelagsskapin tilein veruligan felagsskap millum javnbjóðis og sjálvstøðug lond.

Fullveldi er lykilin til fullan altjóða limaskap
Tann dag, tá Føroyar fáa viðurkenning sum sjálvstøðugt land, vilja vitsamstundis fáa lykilin til at opna allar tær dyr í altjóða høpi, sum vit í dagikki sleppa innum. Ein umskipan frá ríkisfelagsskapinum til ein ríkjafelagsskapmillum javnbjóðis lond, vil tryggja okkum fullan limaskap í altjóða samfelagnum.Harvið fáa vit tá eisini atgongd til alt tað virksemi og allar teir pallar, iðvit ynskja okkum. Sameindu Tjóðir. Olympiska felagsskapin. Norðurlandaráðið.Arktiska Ráðið o.s.fr.

Samstarvið heldur áfram
Tanndag, tá vit hava umskipa til ein ríkjafelagsskap millum javnbjóðis lond, viljavit eisini í stóran mun kunna halda áfram at samstarva, sum í dag. Hetta umvilji er til tess, frá báðum síðum. Um heilutænastur, útbúgvingar og onnur øki,ið har vit hava fyrimun av samstarvi. Í dag rinda vit longu fyri allarheilsutænastur, sum føroyingar fáa í Danmark og norðurlondum. Hartil tryggja norðurlendskirsáttmálar samstarv á eini røð av týðandi økjum, eitt nú ókeypis atgongd tilútbúgvingar í Norðurlondum, samstarv um sosialar veitingar, og skattligtsamstarv.

Sjálvbjargnisumboð áFólkating
Støðantil okkara framtíðar ríkisrættarligu støðu, skal sjálvandi fyrst og fremst takastí Føroyum. Men ein umboðan á Fólkatingi, sum vil virka fyri, at flyta Føroyarframá móti einum sjálvbjargnum landi, og javnbjóðis altjóða samstarvi, viltryggja okkum at vit røkka enn skjótari á mál.

Hesum vilja vit arbeiða fyri – til fyrimuns fyri føroyingar og Føroyar.

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Meira um sama evni

No items found.