Kristina Háfoss, fólkatingsvalevni og landsstýriskvinna
Uttanríkispolitiska heimildarlógin er í veruleikanum ein innanríkispolitisk avmarkingarlóg. Tað er tí gott, at flokkar, sum so avgjørt vildu seta uttanríkispolitisku heimildarlógina í gildi í 2005 - hóast ótalligar ávaringar og stór mótmæli – nú í samband við fólkatingsvalið 2019, eins og til fólkatingsvalið í 2015, siga seg taka undir við at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina. Orsøkin er, at uttanríkispolitiska heimildarlógin var størsta afturstig Føroya á sjálvstýrisleið í nýggjari tíð.
Lógin varð trýst ígjøgnum uttan viðgerð
Lógin varð løgdfyri Løgtingið beint fyri summarsteðgin í 2005 av ABC-samgonguni millumFólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Endamálið tykist vera atskunda lógirnar ígjøgnum uttan nakra serstaka viðgerð. Og hetta er væl skilligtum ynskt varð at fáa hesa ígjøgnum, tí talan var um lógaruppskot, ið fór atverða til skaða fyri áhugamál Føroya. Viðgerðin líktist manglandi viðgerðini avpensjónsforskattingini og flatskattinum í desember 2011.
Krav um grundlógarbroyting
Í viðmerkingunum til lógina stendur m.a.: ”Det ville derfor forudsætte en grundlovsændring, hvis Færøerne statsretligt skulle have adgang til på egne vegne at handle i mellemfolkelige anliggender”. Tað er óskiljandi, at Løgtingið valdi at góðtaka lóg, har tað í viðmerkingunum verður undirstrikað, at neyðugt er við danskari grundlógarbroyting um Føroyar skulu hava sjálvstøðugan uttanríkispolitikk. Sjálvt serfrøðingar innan danskan statsrætt høvdu annars - fram til nýggja lógin varð samtykt - ikki mett tað verða neyðugt við danskari grundlógarbroyting, um Føroyar gerast fullveldisríki og fremja sjálvstøðugan uttanríkispolitikk.
Hetta kann koma at leggja týðandi forðingar í vegin fyri Føroyar í framtíðini.
DK letur heimildirtil ES, men ikki til Føroyar?
Der vil dog kunnetænkes også fremover at opstå tilfælde, hvor Danmarks deltagelse fuldt ud erdækket af EU, og hvor Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøernederfor vil kunne optræde som en selvstændig part i medfør af fuldmagten.” Tvs. at tá Danmark verður umboðaðav ES í altjóða høpi, skulu Føroyar ikki umboða seg sjálvar (tí til tess krevssambært lógini grundlógarbroyting) men ”Kongeriget Danmark for så vidt angårFærøerne”. Hetta er ein fullkomiliga óskiljandi og óvirðilig støða at setaføroyingar í. Sjálvsagt skulu føroyingar tá sjálvir umsita uttanríkispolitikkFøroya og umboða Føroyar, ikki ”Kongeriget Danmark”, í altjóða høpi.
Tá danir kunnu lata ES umsita danskan uttanríkispolitikk, so kunnu danirsanniliga eisini lata føroyingar umsita føroyskan uttanríkispolitikk – uttangrundlógarbroyting!
”Kongeriget er ét folkeretssubjekt – én stat”
Tað mest løgna er, at Løgtingiðsamtyktið eina lóg við eini røð av viðmerkingum, ið Løgtingið í veruleikanumals ikki tekur undir við. Tí Løgtingið er, so at siga einmælt samt í, atføroyingar hava sjálvsavgerðarrætt sambært altjóða rætti. Hóast hetta varðuttanríkispolitiska heimildarlógin samtykt við m.a. fylgjandi viðmerkingum:
”Såvel statsretligt som folkeretligt er Kongeriget Danmark ét folkeretssubjekt.”
”Danmarks Riges Grundlov forudsætter, at Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt (én stat).”
”Aftaler, som indgås i medfør af § 1, betegnes som aftaler mellem enten ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” eller ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland”. Disse betegnelser viser, at Færøernes landsstyre henholdsvis Færøernes landsstyre og Grønlands landsstyre handler på hele rigets vegne og ikke som et selvstændigt folkeretssubjekt.”
Ein røð av avmarkingum og forðingum
Samanumtikið ásetir uttanríkispolitiskaheimildarlógin eina røð av forðingum og avmarkingum fyri føroyingar. Onnur dømieru hesi brot úr viðmerkingunum:
a) ”at lovforslaget ikke begrænser udenrigsministerens og de danskemyndigheders udenrigspolitiske kompetence for så vidt angår Færøerne – ogbevarer fuldt ud beføjelserne efter grundloven til at føre forhandlinger ogindgå folkeretlige aftaler både for riget som helhed og for enkelte rigsdele”
b) ”Regeringen vil også fortsat skulle forhandle og indgå aftaler, derfinder anvendelse for Færøerne, i en lang række tilfælde, ikke mindstmultilaterale aftaler om sundhed (WHO), fødevarer (FAO), kultur (UNESCO) m.fl.”
c) ”det vil normalt være Kongeriget Danmark, der er medlem af denpågældende organisation, og medlemskabet vil også dække Færøerne.”
d) ”ikke gælder for folkeretlige aftaler, der forhandles inden for eninternational organisation, som Kongeriget Danmark er medlem af.”
e) ”…der vil ikke være tale om en egentlig overladelse af beføjelser tilat handle i mellemfolkelige anliggender. Regeringen vil derfor fortsat haveudenrigspolitisk kompetence også i de anliggender, der omfattes af enbemyndigelse til det færøske landsstyre.
Enntá Heimastýrislógin gevur fleiri heimildir
Føroyar hava í áravís gjørt avtalur við onnur lond, eitt nú innan fiskivinnu- og handil. Eisini hava Føroyar eitt nú atlimaskap í altjóða felagsskapi undir ST (IMO) og sjálvstøðugan limaskap í altjóða skattafelagsskapum. Hartil kemur, at sjálvt grein 8 í heimastýrislógini, ið viðvíkir uttanríkispolitikki Føroya, hevur nógv fleiri møguleikar og hevur munandi færri avmarkingar enn uttanríkispolitiska heimildarlógin. Hví góðtaka og fasthalda eina lóg, ið er nógvar ferðir meira avmarkandi enn siðvenja okkara og enn sjálvt heimastýrislógin?
Vit vilja avtaka avmarkingarlógina
Uttanríkispolitiska heimildarlógin er í veruleikanum ein innanríkispolitisk avmarkingarlóg.
Alt tað, ið stríðst hevur verið fyri á sjálvstýrisleið seinastu mongu áratíggini verður í lógini gjørt til onkis, og er rættarstøða Føroya munandi verri við uttanríkispolitisku heimildarlógini, enn áðrenn henda varð sett í verk. Tí hava vit í Tjóðveldi fleiri ferðir lagt fyri Løgtingið lógaruppskot at avtaka uttanríkispolitisku heimildarlógina. Tíverri er ikki eydnast at fáa undirtøku fyri hesum uppskotum, og heldur ikki er eydnast at fáa undirtøku í verandi samgongu fyri at avtaka lógina.
Latið okkum vóna, at tá nú sjálvt teir flokkar, ið settu lógina í verk, ynskja hesa broytta, at tað eydnast at avtaka hesa avmarkandi lógina sum skjótast.
Hesum vilja vit íTjóðveldi virka fyri – í Landsstýri, á Løgtingi og á Fólkatingi.
Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni oglandsstýriskvinna