Lat okkum menna samstarvið

14 June 2019
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldihava arbeitt væl saman. Formenninir hava samstarvað fyrimyndarliga og kemiinmillum tingmanningarnar og landsstýrisfólkini hevur verið góð. Onkran kampinhava vit tikið, gamaní, og tað hevur mangan rullað illa, - men hetta hevurongantið verið orsakað av, at vit hava viljað sloppið av við hvønn annan.


Viljin at vera saman hevur drivið verkið. Orsøkin er, at vit hava verið vitandium, at vit eru tey, sum vilja tann politikk, sum er førdur, og at andstøðan vilnakað heilt annað. Hon vil bakka fiskivinnunýskipan og hjúnarbandlógina aftur.Hon var ímóti yvirtøkum og heldur lítið um, at vit fastfrystu blokkin. Hon varímóti pensjónsnýskipanini og heilsunýskipanini. Hon er bara meira konservativenn vit eru, og dámar betri tað, sum var, heldur enn broytingar.


Men í øllum hesum viljanum at vilja verða saman, so hendir tað nokkso týpiska,at ein, sum ikki hevur verið partur av hvørki tingmanning ellalandsstýrismanning loypir á samstarvið uttanifrá. Ósemjurnar verða dyrkaðar ogleitað verður eftir feilum. Nokkso týpiskt. Hevur tú ikki verið partur avsemjunum og tí slakan, sum tín flokkur noyðist at liva við, so kennir tú onkitil orsøkina og viljan at verða saman.


Á síðu 7 í Sosialinum mikudagin takkar Sjúrður fyri undirtøkuna og á síðu 10 íSAMA blaðið loypir hann á Tjóðveldi. Onkur heldur nokk, at hetta er góðurstílur, og “gev teimum bara, so hatturin passar”; men tað eru eisini tey, sumhalda, at tað hevði klætt einum vinnara betri at verða eyðmjúkur og latið veravið at traðka so beinanvegin á tey, sum júst hava tapt. Eisini tí, at teyflestu av okkum í Tjóðveldi alment hava róst og ynskt Sjúrði til lukku viðsigrinum - fáar dagar framman undan álopið.


Tað, sum eisini kann undra er, at orsøkin til álopið á Tjóðveldi, er at okkarafyrrverandi tingmaður, nú ásannar, at Tjóðveldi er ein – og haldið tykkum fast– ein loysingarflokkur!


Jú, so er. Men fyri tað, vita vit eisini væl, at loysingin kemur ikki eftireinum degi. Vit vita eisini, at loysingin er eitt samstarv millum fleiri flokkar,og ein avgerð, sum føroya fólk í síðsta enda á eini fólkaatkvøðu skal taka. Vitvita eisini, at ongin konvoy siglur skjótari enn tað aftasta skipið.


Men tað ironiska er, at nógv sum ræðast orðið loysing, vilja tað sama sumtjóðveldi. Tað skal bara ikki eita loysing.


- Fólkaflokkurin sigur seg vilja hava fullveldi eftir einum skipaðum leisti,(sum er tað sama sum loysing),


- Javnaðarflokkkurin sigur seg vilja hava ríkjasamband, sum er, at Danmark og Føroyar eru saman,sum tveir javnbjóðis partar (sum er fullveldi! Sum væl eisini er nær í familju við loysing) og


- Sjálvstýrið vil sjálvstýri stig fyri stig, (sum er fullveldi, bara við longriskotbrái enn onnur).


- Sambandið sigur, at tey vilja ein sjálvberandi búskap, (sum er tað sama sumat vilja av við blokkin).


So her er grundarlag fyri at samstarva við allar flokkar um loy... - nei egmeini ríkjasamband ella sjálvstýri og enntá fullveldi.


Annars, so kann Tjóðveldi samstarva við allar flokkar. Vit útihýsa ongumflokkum, áðrenn eitt val. Vit seta heldur onki ultimatum. Tað er ikki tann einiella hin flokkurin, sum í sær sjálvum er trupulleikin. Tað er tá heldurpolitikkurin, sum flokkurin krevur ella gevur, sum er avgerandi og kemiinmillum samgonguflokkarnar, sum er avgerandi, tá ið samgonga verður skipað.
Gott hevði verið, um vit nú miðja eftir einum góðum dialogi og samstarvsanda,heldur enn at bróta tað niður, sum er bygt upp.


Haldi, at hendan samgongan hevur verið fyrimyndarlig, tá ið tað kemur til atavgreiða mál, og tá ið tað kemur til góða kemi. Latum okkum halda fast um tað,um veljarin gevur okkum meiriluta á valinum í august.


Annita á Fríðriksmørk.

Meira um sama evni

No items found.