Tað skal vera møguligt at forsyrgja sær sjálvum!
Sum tjóð ynskja vit ein sjálvberandi búskap
Hagtøl frá Manntali vísa, at 54% av kvinnum arbeiða niðursetta tíð, mótvegis 15% av monnunum.
Ofta verður ført fram, at kvinnurnar ynskja niðursetta arbeiðstíð, men fólkateljingin í 2011 vísir, at stórur partur av kvinnunum ynskja at sleppa upp í tíð.
Av kvinnunum, ið arbeiða undir 35 tímar um vikuna, upplýsa 20%, at arbeiðstíðin er ov lítil. Hetta eru nógvar kvinnur, omanfyri 1400, sum ikki sleppa at arbeiða fulla tíð.
Teir fakbólkar, sum serliga arbeiða niðursetta tíð, eru námsfrøðingar, sjúkrahjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar og hjálparfólk. Hetta eru starvsbólkar, ið hava stóra yvirvág av kvinnuligum limum.
Nevnast kann, at tá Boðanesheimið á fyrsta sinni lýsti eftir starvsfólki, vóru nærum øll størvini við brøkinum 0,8. Eisini eru flestu lýsingar eftir starvsfólki innan dagstovnaøkið til størv við niðursettum brøki.
Hetta er ein javnstøðutrupulleiki!
Tað er sera torført at klára seg fíggjarliga við eini láginntøku og niðursettari tíð.
Vit eiga at innrætta okkum so, at tað er gjørligt at arbeiða fulla tíð hjá teimum, ið ynskja tað. Sjálvandi skal eisini møguleiki vera at arbeiða niðursetta tíð, um arbeiðstakarin ynskir tað, og arbeiðið loyvir tí.
Verandi støða við alt ov nógvum størvum við niðursettum brøki elvir til, at stórur partur av kvinnuligu arbeiðsmegini ikki verður gagnnýttur skilagott. Hesar kvinnur verða hildnar í eini fíggjarligari trongstøðu, sum als ikki sømir seg úr einum javnrættindarsjónarhorni.
Katrin Kallsberg
Tjóðveldi