Lærdómur er lættur at bera

28 October 2011
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Fólk í tí almenna og privata geiranum hava ikki øll møguleikar at ríva seg og familjuna upp við rót, flyta og taka lán o.s.fr. til at fara av landinum ella flyta til Havnar at endurútbúgva seg, dagføra seg ella at fáa sær eina útbúgving. Hetta er alt ov tungt og stirvið í dag.


Á Fróðskaparsetri Føroya hava vit undirvísarar, pláss og møguleikar. Tjóðveldi vil arbeiða fyri føroyingunum í Føroyum, so hesi fáa upp aftur betri virkismøguleikar. Eftirútbúgvingar og ískoytisútbúgvingar skulu skipast.

Við fjarlestri og góðari tilrættalegging og samskipan vilja vit, at tað
skal bera til at búgva á Viðareiði og lesa í Tórshavn. Vinnurekandi og arbeiðandi fólk skulu kunna fáa sær eina útbúgving uttan at tyngja húsarhaldið við láni ella fráflyting.

skal bera til hjá lærarum uttan stórvegis umskipanir at dagførda seg, bæði miðnámsskúla- og fólkaskúlalærarar.


Skal bera til hjá deplunum kring landið, Heilsuskúlanum o. ø. at skipa fyri førleikamennandi útbúgvingum.
Arbeiðsmegin er dýrmætasta tilfeingið, tjóðin eigur. Tjóðveldi miðar í móti, at vit koma ájavnt við útbúgvingarstøðið í hinum Norðurlondunum og gerast kappingarfør á hesum økinum eisini. Og tí eigur møguleikin at útbúgva seg at røkka øllum føroyingum.

www.tjodveldi.fo/oluva