Landsstýrismaðurin í heilsumálum vil nú noyða kvinnur at standa skúlarætt yvirav einari dómsnevnd, sum skal “ráðgeva” kvinnunum í samband við fosturtøku.
Í Føroyum hava vit ikki fría fosturtøku, men dagsins praksis er, at tær kvinnur, sum ynskja fosturtøku, fáa hesa framda. Tíbetur eru fosturtøkurnar munandi færri enn í okkara grannalondum. Og við røttum átøkum, kunnu tær møguliga gerast færri. Fosturtøka er álvarsom avgerð, ikki minst fyri kvinnuna, og verður neyvan nakrantíð framd uttan orsøk.
Kvinnur, sum ynskja fosturtøku, fáa sum er ráðgeving frá lækna og um tær ynskja, frá ráðgevingartoymi. Men landsstýrismaðurin ætlar nú at leggja seg beinleiðis út í øll fosturtøkumál. Eitt lið av úrvaldum sonevndum serkønum skulu setast at ráðgeva. Tað skal ikki longur vera sjálvboðin ráðgeving, men tvingsil. Ætlanirnar hjá samgonguni og landsstýrinum vekja onkursvegna tankar um miðaldar inkvisitorar.
Hvat hugsa tey fyri sær? Fær landsstýrismaðurin vilja sín, so fer talið av fosturtøkum uttan iva at minka. Men bert í hagtølunum á pappírinum. Karsten Hansen man eins væl og vit onnur vita, at tað lættliga ber til at seta seg í eitt flogfar, og fáa framt fosturtøku ambulant í Danmark. Av góðum grundum vita vit ikki, hvussu mong longu gera tað, tí tey undir verandi skipan ikki ynskja at verða skrásett í føroyskari journal við einihvørjari diagnosu ella orsøk fyri, at loyvið varð givið. Skulu kvinnurnar noyðast inn fyri eitt lið, sum als einki hevur við málið at gera, so er lítil ivi um, at munandi fleiri fara at velja at fáa fosturtøkuna framda uttanlands. Dugi ikki at síggja, hvørjum endamáli tað skal tæna.
Ynskir Karsten Hansen at gera nakað munagott fyri at fáa talið á fosturtøkum niður, so kann hann betri bretta uppum armar og gera umstøðurnar fyri barnafamiljur, og ikki minst einligar forsyrgjarar, betri. Eitt nú byggja bíligar íbúðir, betri lestrarstuðul, hjálp til ansing, og so frameftir. Landsstýrismaðurin kann í staðin seta eina nevnd, at hjálpa sær við slíkum átøkum.
Bjørt Samuelsen
trivnaðarnevndarlimur
Tjóðveldi