KVF vigar ikki orðini á gullvekt

2 July 2011
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Í bestu senditíð í gjár kom fyri Føroya fólk, at løgtingsformaðurin tekur seg aftur av politiska pallinum. Eftir at hava verið virkin í politikki í væl meiri enn tríati ár og umboð á tingi í fýra og tjúgu ár, sigur tingmaðurin, at hann virðir veljaran so mikið, at hann ætlar sær sjálvur at finna hurðina, meðan tíð er. Hetta haldi eg vera virðilig støða at koma til, og fyri mær veksur maðurin munandi í tign við hesi avgerð.


Men útvarpsverturin hevði heilt aðra støðu. “Tú vart síðst valdur seinasta val, ert tú bangin fyri at falla næstu ferð?” ..“Tú hevur rokkið hægstu pensjón, tað skuldi ikki verið tað, sum ávirkar avgerðina hjá tær at gevast nú?” Hon royndi, hvat hon kundi, at sáa iva um avgerðina hjá hesum tilkomna politikara. Henni eydnaðist at fáa innleggið so háttað, at maðurin av øllum alvi skuldi forsvara seg og sína eftirløn. Men tað eydnaðist tingmanninum at venda teimum lítið høvisku og mannminkandi spurningum, so sannleikin um pensjónina koma fram: at 2/3 fella aftur til landið, tí tingið hevur sett loft á pensjónina. Áðrenn obligatoriska spurningurin: “Tú ert 61 ára gamal, hvat fert tú at gera nú?” –so megnaði hin sáttligi, virðiligi og umhugsni politikarin at verja seg móti vertinum, sum ætlaði at avdúka, hvussu nógvar krónur og oyru, tingmaðurin nú hevði roknað sær, og hvussu ræddur hann mundi vera at stilla upp aftur.


Ikki ein spurningur um, hvat tingmaðurin helt seg hava megnað í sínum politiska lívi. Heldur onki um, hvussu støðan í landinum er, nú hann fer at leggja frá sær –bert ivin um, at ovurstór pensjón man lokka mannin, og ræðslan fyri at falla helst hevur vunnið á allari megi.


Fátæksligur og lítið virðiligur boðberi! –ei undur í, um fólk missa virðingina fyri valdinum í Føroyum, eisini tí fjórða.

Óluva Klettskarð