Ein hugtungur og keddur løgmaður skal hava sitið í Degi &Viku hóskvøldið, og gjørt seg klókan uppá, hvussu man fær eina falleraða fyritøku á beint aftur. Nú eigi eg onki sjónvarp, tí veit eg ikki hvussu detaljeraður hann hevur verið, men vælvitandi keldur vilja vera við, at hann ikki hevði áneyðir at siga Meinhardi Jacobsen, hvussu man avgreiðir teir simplu kreditorarnar á skilabesta hátt, tí teir eru eftir øllum at døma slopnir at kalla snikkaleysir í United Seafood. Tí sleppur Hellumaðurin av Toftum undan at tuska undan teimum, tað ið eftir er av æviskeiði hansara. Tað eru ikki allir fiskaseljarar, sum hava hildið seg líka væl til tað moral-kodexið.
Óndar tungur vilja vera við, at hesin sveinurin, tv-stjørnan hóskvøldið, í eini komandi veljarakanning fær ein triðing av atkvøðunum í landinum. Verri stendur til hjá Javnaðarflokkinum. Onkur sigur, at teir eru royttir niður á 12-13%, og tí mega teir taka betri partar fyri seg í politisku skipanini.
Ein ráðaleysur formaður vitsti sær ongi onnur ráðini á landsfundinum fyri kortum, enn at fylgja ráðunum hjá einum gomlum spunasmiði og fyrrverandi floksfelaga, og mælti til, at føroyskur politikkur nú skuldi skipast í blokkar. Høgra-vinstra, skiltist á lagnum. Stutt er fráliðið síðani landsfundin, og longu nú hava Eidesgaard og Johannessen fingið kaldar føtur av hesi ætlaðu nýskipan. Orðafloymurin av parnassi teirra snýr seg nú um at bjarga landinum undan teimum sjálvum.
Nakrir úrvaldir politikkarar, eri ikki ein av teimum, hava hóskvøldið fingið soljóðandi sms-boð frá politiska formanni Javnaðarfloksins, John Johannessen: “Góðu tit, sum eru leiðslur í politisku flokkunum. Hevði verið gott, um vit kundu møtst 3 lyklafólk úr hvørjum flokki í fundarhøli 1 í Løgtinginum í morgin, fríggjadagin, kl. 15, at viðgjørt støðuna í landinum og møguleikan fyri felags átøkum. Vónandi fær hetta undirtøku. Lat meg frætta aftur.”
Hvør ið hevur latið frætta frá sær aftur, er ilt at gita um. Fíggjarnevndin sat á fundi hendan seinrapartin fríggjadagin, og spenningurin var øgiligur um hesa palassrevolutiónina, sum Jokarin hevði pallset. Hetta kundi ikki tulkast sum annað enn eitt kvett ímóti tí stjórn, sum teir sjálvir eru partar av, og har teir eiga tann tyngsta og mest ábyrgdarfulla sessin í hesum døgum, fíggjarmálaráðharran.
Tíðin nærkast, og tað var ikki sørt, at vit limir í fíggjarnevnd løgtingsins vóru alspentir, nú vit skuldu uppliva eina bylting frá fyrstu parkett. Hetta er bara fáum beskorið, og um 3-tíðina brestur hurðin upp og teir fyrstu tríggir guerillasoldátarnir síggjast í durðagapinum. At fremja eina kollvelting ein fríggjadag seinrapart í einum metropoli er kanska ikki rætta løtan, ølpropparnir hanga longu leysir í hálsagapinum, so kanska skuldi verið bíða til týsdagin, táið teir ringastu timburmenninir helst vóru farnir afturvið borðinum. Juntan, sum skuldi fremja kvettið, og tey einastu sum møttu til byltingarfundin, vóru John Johannessen, Eyðgunn Samuelsen og finansministarin sjálvur, Jóannes Eidesgaard. Ongin annar møtti. Ljósini í fundarhøli 1 vórðu ongantíð kveikt, og aggressivu partisanarnir í Javnaðarflokkinum fingu ístaðin ein flógvan kaffimunn frá fíggjarnevndini áðrenn okkurt jólaborðhaldi bíðaði teimum í vetrarmyrkrinum uttanfyri.
Borið var uppá mál, at byltingarhirðin hjá Javnaðarflokkinum ætlaði at royna aftur í vikuni sum kemur. Kanska týsdagin. Spennandi verður at frætta um, hvussu tað fer at vignast, táið ein politiskur flokkur á fyrsta sinni í heimssøguni, fer at gera eitt politiskt kvett ímóti sær sjálvum. Fíggjarmálaráðharrin hevur ivaleyst av mandati til at gera tað sum honum lystir, stuðul frá 19-20 tingmonnum av 33 til at gera alt tað sum neyðugt er, fyri at bjarga hesum landinum undan komandi kaotiskum tilstandum, men eitthvørt er nú kortini ávegis, sum krevur hollan sálarfrøðiligan kunnleika fyri at vera greina, tí fyrsta miseydnaða royndin fór illa við Jokaranum, sum líktist mest einum útløgukatti í havsneyð, fyri ikki at siga einum sprongdum skarvi, nú ongin helt hann vera mannin, sum skal gerast sjef-kommandantur í eini uppspunnari bjargingarstjórn í Føroyum.
Ella var hetta bara eitt primitivt stunt, nú ongin fjølmiðil longur, Sosialurin/Portalurin undantikin sjálvandi, tímir at tosa við hendan mannin, sum skal bera maltrakteraðu sosialdemokratismuna á sínum akslum, eftir at Jóannes einaferð hevur lagt kongin. Hesin løðarsteinurin inn í sjónvarpsstovuna riggaði ikki, Kaj Leo slapp harvið av krókinum, og hevur enn einaferð megnað ta genistrikuna, at sleppa snikkaleysur úr einum almennum práti, har ikki ein einasti veruligi spurningur varð settur honum.
Guðarnir skulu vita, hvat viðurferst hesum landinum í vikuni, sum nú er stundandi til.
tobbi