- fólk við sálarligari sjúku skulu hava eins rættindi til hjálp, ið fólk við kropsligari sjúku hava.
Sálarsjúka er størsta fólkasjúkan í nýggjari tíð,og tí má økið eisini raðfestast meir. Hagtøl frá Bedre Psykiatri vísa, at tað eru fleiri fólk, ið líða av sálarligumavbjóðingum, enn tað eru fólk sum m.a hava krabbamein, diabetes oghjartasjúkur. Donsk tøl vísa eisini, at talið av fólki sum eru í samband viðpsykiatriina er hækkað dupult so nógv seinastu árini, sum talið av fólkum viðkropsligum sjúkum er, men enn verður sálarsjúka og psykiatriin raðfest munandiminni.
Meiri upplýsingog minni stigma
1 útav 4 verða rakt av sálarsjúku einaferð ílívinum. Tað er tí eisini mest sannlíkt, at flestu av okkum ávirkast avsálarsjúku onkursvegna, antin á egnan kropp ella sum avvarðandi, men enn erstigma ein stórur trupulleiki í gerandisdegnum hjá fólki við sálarsjúku. Einkanning hjá Danske Regioner vísir, at92% av øllum fólkum við eini sálarsjúku hava verið úti fyri einum ella øðrumformi fyri negativum missmuni ella eru viðfarin øðrvísi grundað á teirra sjúku.Ein stór orsøk til at nakað er stigmatiserað, kemst av manglandi vitan, og tíer tað umráðandi, at vit kunnu tosa opið saman um sálarsjúku og sálarheilsu.Næstan tveir triðingar av fólki við sálartrupulleikum leita sær ongatíð hjálpfyri tað. Tað kemst millum annað av stigma og diskriminatión, og eisini tí athjálpin kann gerast so kostnaðarmikil. Við at tosa opið hjálpir tað ikki bertteimum í hava eina sálarsjúku, men eisini fólki, sum eru í vandabólki ogavvarandi, og kann elva til at fleiri leita sær hjálp. Komið tí og tosið meiraum sálarheilsu! Hetta hevði eisini verið við til atavstigmatisera sálarsjúku, tí vit tíðliga í lívinum gjørdist von við at snakkaum heilsu, sum sálarheilsu og kropsliga heilsu.
Meiri upplýsing krevst eisini, og tað ertýdningarmikið at hon kemur so tíðliga sum gjørligt, tí at kanningar vísa atumleið helvtin av øllum sálarsjúkum vísa seg áðrenn 14 ára aldurin og 75%áðrenn 24 ára aldurin.
Eitt nú kundi sálarfrøði verið koyrt átímatalvuna í fólkaskúlanum, so at ung eru kunnað um evnið so tíðliga sumgjørligt. Hetta hevði eisini verið við til at avstigmatisera sálarsjúku, tí vittíðliga í lívinum gjørdist von við at snakka um heilsu, sum sálarheilsu ogkropsliga heilsu.
Sálarligar ogkropsligar sjúkur skulu javnsetast!
Føroyska vælferðarsamfelagið og heilsuverkið ereyðkent við at tað ikki kostar nakað at gerast sjúkur og at sleppa til lækna.Hetta er ein týðandi hornasteinur í javnstøðu, lívskvaliteti og fyri at øllkunnu fáa somu góðu hjálp, líkamikið hvat tú tjenar.
Tó fyriheldur tað seg ikki eins, um tú eitt núverður rakt/ur av tunglyndi ella angisti, ella hevur tørv á sálarfrøðihjálp.Brúkaragjaldið elvir til stóran sosialan mismun um, hvør hevur ráð til at leitasær hjálp og hvør ikki hevur. Í løtuni er tað so, at heilsutrygd rindar fyri40% av sálarfrøðiviðgerðini um tú lýkur eitt av teimum 9 ávístu treytunum. Umtú ikki lýkur hesi krøv, ja so mást tú rinda alt sjálv, og tað kann ikki verðarætt! Fólk, ið hava tørv á hjálp, skulu fáa hjálp.
At javnseta sálarligar og kropsligar sjúkur hevurstóran týdning fyri at framyvir tryggja góða heilsuviðgerð í Føroyum. Einbyrjan kundið verið at fólk yngri enn 35 fingu rætt til sálarliga hjálpókeypis. Arbeiðsbólkurin, sum Heilsumálaráðið hevur sett at gera tilmæli umskipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð, mælir eisini til hetta. Vónin ertí, at hetta tilmælið verður tikið í álvara og sett í verk.
Vit skulu hava so góðar skipanir sum gjørligt atlofta teimum, ið tørva hjálp. Ein bráfeingismóttøka fyri fólk við sálarligumsjúkum hevði tí hjálp teimum, ið tørva bráfeingishjálp. Sum nú er gongur oftaov lang tíð til hjálpin fæst. Tað er tí eisini at gleðast um, at fyrireikandiarbeiði til hesa bráfeingismóttøku er sett í gongd.
Komandi valskeið skal sálarheilsa uppraðfestast,soleiðis at sálarheilsa verður javnsett við kropsliga heilsu. Hesum farieg at arbeiða fyri, verði eg vald í Løgtingið!
Hervør Pálsdóttir,
Løgtingsvalevni Tjóðveldis