Kristni - grundleggjandi lærugrein í Fólkaskúlanum!

18 October 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Tjóðveldi vil ikki avtaka kristni í fólkaskúlanum!!

Vit hava hinvegin víst á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkara fólkaskúla, at kristni er ein av grundleggjandi lærugreinunum í fólkaskúlanum.

Kristnilæran er grundleggjandi partur av okkara mentan, okkara siðvenjum og virðum, tí eigur kristnikunnleiki eisini at verða ein grundleggjandi lærugrein í fólkaskúlanum. Eitt stað millum 95 og 100 prosent av føroyingum eru knýtt at kristnu læruni so ella so. Tí hevði tað verið burturvið at javnstilla hesa læru við aðrar átrúnaðarligur lærur í fólkaskúlanum.

Fólkaskúlin eigur fyrst og fremst at endurspegla tað samfelag, hann er partur av, og tá kristna trúgvin vigar so tungt í samfelagsmenning okkara, eigur hon sjálvsagt at verða ein grundleggjandi lærugrein.

Umframt kristnikunnleika sum ein grundleggjandi lærugrein øll árini í fólkaskúlanum, eigur eisini at verða rúm fyri øðrum fatanum. Skúlin eigur at tryggja, at næmingarnir læra um aðrar áskoðanir og lærur.

Við tryggjari barlast og við vitan um, hvat samfelag títt byggir á, ert tú eisini før fyri at læra um onnur uttan at missa fótafesti, og teg sjálva burtur.

Tá ið Jógvan á Lakjuni spyr um Tjóveldi tekur undir við at avtaka Kristni í Fólkaskúlanum, er svarið greitt NEI! Tí taka vit als ikki undir við! Tvørturímóti!

Annita á Fríðriksmørk