Kristina Háfoss svarar Bill Justinussen um samanberingargrundarlag

5 July 2019
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Svar upp á fyrispurning nr. 73/2018 eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur frá Bill Justinussen,løgtingsmanni, settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, umsamanbering millum valskeiðini

  1. Hvussu stórt var hallið á fíggjarlógini, tá undanfarna samgonga tók við í2011?
  2. Hvussu stórt var úrslit landskassans, tá undanfarna samgonguskeið var lokiðí 2015?
  3. Hvussu nógv vaks úrslit landskassans í krónum og prosentum í undanfarnavalskeiði frá 2011 til 2015?
  4. Hvussu stórt var landskassans úrslit í 2018?
  5. Hvussu nógv vaks úrslit landskassans í krónum og prosentum frá primo 2016til ultimo 2018?
  6. Hvussu stórt var arbeiðsloysið, tá undanfarna samgonga tók við?
  7. Hvussu stórt var arbeiðsloysið, tá undanfarna samgonga legði frá sær?
  8. Hvussu nógv minkaði arbeiðsloysið í prosentstigum undir undanfarnusamgongu?
  9. Hvussu nógv er arbeiðsloysið minkað í prosentstigum undir verandi samgongu?
  10. Nær vendi gongdin í fólkatalinum, eftir at minking í fólkatalinum hevðiverið í mong ár?

Til spurning 1-3

Hall landskassans vórustór eftir fíggjarkreppuna. Men, tá undanfarna samgonga kom til, við ársenda í 2011,var hallið longu lækkað munandi. Úr 688 mió. kr. í 2009 og niður í 322 mió. kr.í 2011.

Hóast undanfarna samgongasetti sær sum høvuðsmál at fáa yvirskot á fíggjarlógina, so vaks undirskotiðbæði fyrsta og annað árið í samgonguskeiðinum. Í 2012 var hallið 335 mió. kr.,og í 2013 var hallið komið upp í heilar413 mió. kr.

Og tá má eisini havast íhuga, at undanfarna samgonga, frá 1. januar 2012, fór undir at forskattapensjónir. Tí kunnu kunnu árini 2011 og 2012 als ikki samanberast. Fyri at fáarøttu roknskaparligu myndina av gongdini, mugu inntøkurnar frá forskattingini trekkjastfrá úrslitinum. Verður tað gjørt, sæst at tað veruliga, ella sambærliga,undirskotið í 2013 kom upp í heilar 660 mió. kr. – næstan ájavnt við risastóra halliðí 2009.

2009201020112012201320142015 Úrslit landskassans -688 -567 -322 -335 -413 -254 -83 Inntøkur frá forskatting av pensjónum 0 0 0 -213 -247 -266 -277 Tilsamans við forskatting (mió. kr.)-688-567-322-548-660-521-360

Í 2015 var hallið komiðniður á 83 mió. kr. Men verður forskattingin tikin við, so var hallið íveruleikanum 360 mió. kr.

Sostatt var undirskotið ílandskassanum – um hædd verður tikin fyri, at tað í 2012 varð farið undir atbrúka av framtíðarinntøkunum, t.v.s. forskatta pensjónsinntøkur – næstan 40mió. kr. hægri tá samgongan legði frá sær, enn tá hon tók við.

Til spurning 4 og 5

Tá sitandi samgonga tókvið, á heysti 2015, var hallið 83 mió. kr. Nú seinasta árið í valskeiðinum,vísir samtykta fíggjarlógin fyri 2019 eitt avlop á 377 mió. kr. Sostatt erúrslitið batnað við 460 mió. kr. frá 2015 til 2019.

Her kann leggjastafturat, at inntøkur landskassans higartil í ár eru vaksnar munandi meira enn roknaðvarð við, tá fíggjarlógin varð samtykt. Tí er væl hugsandi, at yvirskotið hjálandskassanum í 2019 gerst munandi størri enn 377 mió. kr.

Til spurning 6-8

Árstíðarjavnaðaarbeiðsloysið var 6,9% í november 2011, tá undanfarna samgonga tók við. Táundanfarna samgonga legði frá sær í august 2015 var talið komið niður í 2,8%. Sostattminkaði arbeiðsloysi 4,1 prosentstig undanfarna samgonguskeið. Ein minking á59%.

Tað var sostatt ikkivegna versnandi búskaparstøðu, at hallið vaks við næstan 40 mió. kr. í samgonguskeiðinum,tí búskaparliga var stórt viðrák, og ein so stór lækking í arbeiðsloysinumeigur av sær sjálvum at betra úrslit landskassans.

Orsøkin var ein skeivur fíggjarpolitikkur,ið bygdi á ta fortreyt, at danska ríkisveitingin skuldi “dagførast tildagsvirði”, sum tað var sagt í samgonguskjalinum. Tá samráðingarnar við donskustjórnina miseydnaðust, og nógvu hundrað milliónirnar úr danska statskassanumikki komu, so hekk fíggjarpolitikkurin ikki saman longur, og hallið tók atvaksa.


Samstundis varð valt at brúka av framtíðar pensjónsskattainntøkum tilskattalætta til hægstlønt, meðan láglønt fingu eina skattarokning umvegismunandi hækking av pensjónsskattinum, ið eitt nú fór úr 35% upp í 40% fyrikapitalpensjón. Hetta betraði ikki fíggjarstøðu teirra, ið høvdu størst tørv ástørri fíggjarligum rásarúmi.

Til spurning 9

Seinasta uppgerð avárstíðarjavnaða arbeiðsloysinum er fyri apríl 2019, tá var talið 1,2%. Hetta ersøguliga lágt arbeiðsloysi. Í veruleikanum er trupult at tosa um arbeiðsloysi,tá hetta er lægri enn 2%, tí vanliga er mangul uppá arbeiðsmegi á fleiri økjum,tá arbeiðsloysið fer undir 2%.

Tá samgongan tók við íseptember 2015 var arbeiðsloysið 2,6%. Sostatt er arbeiðsloysið lækkað 1,4% prosentstigí valskeiðinum. Ein minking á 46%.

Til spurning 10

Sum víst í talvuniniðanfyri, so byrjaði fólkatalið spakuliga at vaksa aftur í 2013, og síðanhevur vøksturin rættiliga tikið dik á seg, og sambært Hagstovu Føroya heldurvøksturin fram í 2019.


Árini 2012-2015 gjørdust vit samanlagt 917 fleiri fólk í Føroyum. Ein vøkstur á1,9% í tíðarskeiðinum frá 1. jan. 2012 til 31. des. 2015.

2012 2013 2014 2015 2012-2015 Vøkstur í fólkatalinum -142 91 464 504 917 Vøkstur í fólkatalinum -0,29% 0,19% 0,96% 1,04% 1,9%

Síðan 1. januar 2016 eru vitvorðin 2.584 fleiri fólk í Føroyum. Ein vøkstur á 5,3% í tíðarskeiðnum frá 1.jan. 2016 til 1. mai 2019.

2016 2017 2018 jan-mai 2019 2016 - mai 2019 Vøkstur í fólkatalinum 689 670 853 372 2.584 Vøkstur í fólkatalinum 1,40% 1,35% 1,69% 0,72% 5,3%

Meira um sama evni

No items found.