Kravdur loðsur við Føroyar

14 April 2010
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Á tingfundi 8. apríl boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:


1. Hví gongur so striltið hjá landsstýrinum at koma í Løgtingið við uppskoti um lóg um kravdan loðs?


a. Í stríð við fatanina hjá undirritaðu, hevur onkur í politisku skipanini ført fram, at málsøki er danskt, og at føroyskir myndugleikar tí onki hava við málið at gera; um hetta er fatanin hjá landsstýrismanninum, hvør heldur hann so er orsøkin til, at danskir myndugleikar heldur ikki hava tikið sær av at fingið skipan við kravdari loðsskipan?

2. Um tað gongur striltið við at fáa lógina samtykta, hví verður so ikki sett í gildi kunngerð við heimild í lógini um trygd á sjónum, sum ásetir krøv um, at skip oman fyri eina ávísa stødd, skulu hava loðs, tá ið hvørki skipari ella stýrimaður umborð hava verið á firðinum nakrar ferðir áður?


3. Hvør heldur landsstýrismaðurin, at vandin er fyri føroyska umhvørvið, fiskiríkidømi og alivinnuna, at vit ikki hava kravdan loðs fyri skip, sum sigla inn á firðir í Føroyum?


4. Veit landsstýrismaðurin á leið, hvussu stór skipaferðslan er inn og út eftir føroyskum firðum við ikki staðkendari manning á brúnni? Hvør hevði kostnaðurin/ vinningurin verið fyri føroyska landskassan, um vit høvdu kravdan loðs í Føroyum?


5. Er nakað land um okkara leiðir, og sum er umgirt av sjógvi, ella sum liggur út til havið, sum ikki hevur kravda loðsskipan?


6. Hvørji krøv um kostnað fyri loðs o.a.seta grannalond okkara til skip, sum vitja inni á teirra havnum og firðum?

Viðmerkingar
Inni á føroysku firðunum er nógv virksemi, sum hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið, búskapin og fyri umdømi okkara úteftir. Hetta hevur eisini útmerkað seg við dýrum og stórum íløgum innan alibrúk, bátahyljar, atløgupláss osfr. Men hetta virksemið er ikki nakað eindømi fyri føroyskar firðir. Slíkt virksemi fer fram nærum á øllum firðum í øðrum londum við, bara fólk búleikast í nærumhvørvinum. Munurin er bara, at aðrastaðni verða hesar íløgur og virksemið vart við krøvum, sum tryggja, at vandin fyri umhvørvisvanlukkum er minimalur.
Men so tykist ikki vera í Føroyum. Tað er ein ófatilig tøgn rundanum tann manglandi loðsin, sum skuldi verið eitt so sjálvsagt krav til tess at tryggja, at vinnulív okkara og umhvørvið vóru væl vard mótvegis hesum vandum og vanlukkum. Ístaðin fyri krøv lata vit útlendsk skip, og skip við skiparum og stýrimonnum, sum onki kenna til vitjandi fjørðin, hava frítt at fara inn og út gjøgnum fjørðin, uttan nøkur sum helst krøv.
Tað er ógvuliga naivt at trúgva, at hendingin við Olshanu ikki endurtekur seg. Hví skal hon ikki tað? her sigla skip regluliga inn og út eftir firðum okkara, og tey hava frítt at fara við vandamiklum góðsi og við skiparum, sum als onki kenna til firðirnar.

Hevði ein loðsur verið umborð á russiska trolaranum Olshanu, tá ið skipið sigldi útaftur, hevði skipið neyvan siglt á flesjarnar. Tað vóru øll samd um, tá ið skaðin var hendur. Og beinanvegin var almannakunngjørt frá útinnandi valdinum, at nú fór skipanin við kravdum loðsi at verða sett í verk. Síðani eru gingin fleiri ár, uttan at nakað alment er komið fram um, at nakað er broytt á hesum øki. Tað undrar stórliga, at slík tøgn valdar um hetta málið, serliga tá ið hugsað verður um tann skaða, sum skip við ókunnufólki á brúnni kunnu verða atvoldin til.

Inni á føroysku firðunum er nógv virksemi, sum er treytað av reinum umhvørvi. Vit hava alivinnuna, útróðurin og eitt ríkt fuglalív. Hetta fær lond aðrastaðni at seta strong trygdarkrøv um loðs og depositum og annað, sum ger, at virðingin fyri umhvørvinum og djóralívinum har um leiðir, er í hásæti. Men so tykist ikki vera í Føroyum. Um talan er um ógreiðar tulkingarspurningar um málsøkjabýti, líkasælu, manglandi orku, ella ein blanding av øllum, veit undirritaða ikki. Men tað tykist løgið, at hetta økið sleppur at liggja so leingi, uttan at nakað endaligt spyrst burturúr.

Ofta er umberingin fyri at ávíst virksemi ikki verður sett í verk, at møguleikar fyri játtan til økið eru avmarkandi, men í hesum førum er talan um nakað, sum í minsta lagi eigur at vera sjálvfíggjandi, um vit gera sum onnur lond, og lata skipini rinda fyri kravda loðsin.

Nú má loðskravið fram á borðið, og virðingin fyri firðum okkara og tess umhvørvi setast í hásæti. Umhvørvið hevur ikki ráð at bíða, heldur ikki vinnulívið ella virksemi inni á og kring føroysku firðirnar!