Krambakallarnir í Tilfeingisbúðini

11 August 2011
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen


Eftir tað hava tingfólk Tjóðveldisfloksins og serfrøðingar á fleiri økjum kýtt seg, fyri at geva lógaruppskotinum rætta sniðið, og løgfrøðin á Løgtingsskrivstovuni var okkum holl í ráðum í endaspurtinum. Hóast uppskotið er lagt fram aftur í hvørjari einastu tingsetu síðani, hevur ikki farrin av undirtøku verið aðrastaðni enn í egnum flokki. Viðgerðarstøðið hevur tó verið ymiskt hjá teimum ymsu flokkunum, alt frá kínandi orðablomstrum til djúpastu foragt.
Tann dagin vit vóru nøgd við úrslitið og endaðu arbeiðið við uppskotinum, minnist eg, at ein av teknisku hjálparum okkara tók til, at politiski hugburðurin í Tilfeingisbúðaruppskotinum neyvan fór at síggjast aftur í endaligum føroyskum lógarsmíði og ditto gerandisdegi fyrrenn eina fjórðingasøld seinri.

Søguligu gapini kunnu tó leypa á eina politiska skipan brádligari enn nakar ánar. Í hesum førinum var tað eitt skammlop hjá formanninum í Fólkaflokkinum, ið gjørdist orsøkin til, at vit sløk 5 ár eftir debut´ina fingu implementara Búðina í eitt lógaruppskot saman við Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Framsókn. Lagnurnar speisemi, má sigast, at hin mest konservativi flokkurin av øllum, Fólkaflokkurin, feudalt galvaniseraður sum hann er í øllum lutum, skuldi gerast løðarsteinurin, sum Tilfeingisbúðin vaðaði um politisku ánna eftir. Ongin hevur tosað meira vanvirðisliga um hetta liberala átaki enn júst hann. Bæði fyri og eftir at hann skeyt seg sjálvan út av valdsrókini í Tinganesi.

Í makrelsemjuni stendur soleiðis skrivað:
Flokkarnir eru samdir um, at sum eina royndarskipan skulu 20.000 tons av makrelkvotuni seljast á einum marknaði eftir nærri ásettum reglum.”

Ongin kundi vita hvør inntøkan gjørdist av hesi roynd, men seinri í semjuni stendur:
Flokkarnir eru samdir um, at partur av fænum, ið fæst inn fyri søluna, skal setast inn á serstaka kontu uttanfyri vanliga raksturin hjá landshúsarhaldinum.”

Ein onnur semja millum flokkarnar ásetir, at Búskapargrunnur Føroya skal skipast, og lógarkarmur fyri grunnin varð samtyktur á tingi hin 30. mai 2011. Allir flokkar, uttan Fólkaflokkurin (Gerhard Lognberg tó eksklusivt incl.), tóku undir við einum broyttum uppskoti hjá Tjóðveldinum. Harvið er serstaka kontan, nevnd omanfyri, búgvin til at taka ímóti fænum, sum tær almennu Føroyar nú innkassera yvir skivuna hjá Fiskamarknaðinum á Toftum.

Tað var ikki uttan grund, at vit vildu hava hesa ásetingina inn í semjuna. Peningur hongur, sum tey flestu vita, leysur í politiskum høpi, og longu nú hava fleiri krambakallar gjørt vart við seg í so máta. Teir tykjast so eldhugaðir av kassaapparatinum á Toftum, at fáa teir ikki skuffuna upp við góðum so kundu teir hugsað sær at sprongt apparatið í luftina við dynamitti. Hóast málini teir nevna eru skilagóð at stuðla, so kann hetta ikki skiljast sum annað enn jólamannatos á hásumri ella í ringasta lagi bíligt valagn, nú elektrisitetur er komin í politisku skipanina.

Krambakallarnir Jóhan Dahl og Aksel Vilhelmsson standa sambært fjølmiðlunum búnir til at gera enda á tí mesta, áðrenn sólin fer niður aftur. Vágbingurin skal brúka helmingin til Havstovu og eftirlit meðan klaksvíkskingurin ætlar at brúka burturav fænum til fiskiveiðieftirlit og serviðgerðir uttanlands.
Teir tykjast vera í so skjótir á avtrekkjaranum.

Ein onnur orðing í semjuni er nevniliga soljóðandi:
Flokkarnir eru samdir um, at fyri tað, sum tá er eftir av kvotuni, verður eitt viðurgjald á 25 oyru tikið fyri hvørt kilo, sum verður avreitt. Partur av hesum gjaldi fer til gransking og menning av fiskivinnuni, umframt til SAR og eftirlit. Í hesum sambandi er tað av stórum týdningi, at tøkniliga grundarlagið undir føroyskum fiskirannsóknum verður dagført og styrkt.”

Hetta er 25 oyra, sum verður latið landinum fyri hvørt kilo av 63.200 tonsum av veiddum makreli. Slakar 16 milliónir krónur. Hetta er tað sum samstarvspartarnir eiga at tosa um, tá støða skal takast til, hvussu nógv ið skal brúkast til SAR, størri eftirlit og gransking og menning í fiskivinnuni.

Tað kann vera, at gigantiska succes´in við Tilfeingisbúðini hevur verið atvoldin til, at tað er farið at øra fyri eygunum á teimum, soleiðis, at konturnar eru komnar í bland, men hesum fáa vit helst eisini skil á, táið armarnir á landsstýrismonnunum einaferð eru komnir niður úr skýloftinum aftur.


Annars skal eg kortini takka teimum báðum fyri eitt sera gott samstarv hesar seinastu mánaðirnar, nú vit so knappliga endaðu í einum av hesum søguligu gapunum hjá Voltaire, har tað so óvart kemur á, at til ber at bróta upp úr nýggjum og modernisera samfelagið til gagns fyri øll og ikki bara fyri tann kroniskt úrvalda feudala skaran, sum legitimerar sín eksklusiva frumrætt til tilfeingi, við íðin at møta á landsfundunum hjá einum ávísum flokki.