Kommunuskúla við parkeringskjallara

23 October 2012
Skrivað hevur
Jákup av Skarði




Soppa-fongdi parturin í Kommunuskúlanum er klárur at taka niður og sjálvsagt eiga vit at hava kommunalan skúla í miðbýnum. Lat okkum sambinda Tórshavnar Kommunuskúla við Sankta Frans skúla - so hava vit alt frá forskúla til framhaldsdeild mitt í býnum.

Tað hevur við sær, at vit skapa lív í býnum meðan skúladagur er, meðan kvøldskúlatiltøk eru og til onnur mentanartiltøk. Samstundis geva vit borgarum og gestum møguleika at seta bilin undir tak, mitt í býnum.

Onkur er, ið dugir at rokna út hvussu nógvir bilar rúmast á einari flatu undir nýggja skúlanum og undir nýggjum skúlagarði. Men kanska taka vit við beinanvegin at hugsa um at grava eina parkeringshædd niður eisini?

Jákup av Skarði
Býráðsvalevni fyri Tjóðveldi