Fríggjadagin 12. juni verður Mentanarnátt í Havnini, og í tí sambandi fara valevnini hjá Tjóðveldinum at vitja umborð á Norðlýsinum. Røður, hugni, tónleikur og prát vera á skránni.
Á Mentanarnáttini fara vit oman á Norðlýsið klokkan 21.00, og í ein tíma verður møguleiki at ogna sær fantastiska fiskasúpan frá Birgiri Enni, meðan vit hoyra Tjóðveldis valevnini siga nøkur orð um komandi valið, og heilsa uppá tey, sum bjóða seg fram.
Komið oman í Vágsbotn og umborð á Norðlýsið og heilsi uppá okkum - vit gleða okkum at hitta teg!!
Tjóðveldi
