“Tað er nóg mikið við einum ordiligum sjúkrahúsi í Føroyum.” Soleiðis hoyrir tú fólk taka til, verður tosað um smáu sjúkrahúsini og heilsuverkið. Tað skal vera spurningur um trygd. Tað skal vera spurningur um fakligheit, tað skal sparast. Tað skal ikki vera spurningur um útjaðara og Havnina.
Tað er helst øgiliga lætt at niðurlaga Klaksvíkar sjúkrahús, lata vit serfrøðina tala einsamalla. Alt hevði verið lættari, tryggari og bíligari, høvdu vit allarbestu serfrøðina, har ein lækni var serfrøðingur í vinstru hond og ein annan í høgru hond. Nógv tryggari varð, vóru øll undir einari stórari lon. Men soleiðis virkar tað ikki hjá okkum í oyggjasamfelagnum Føroyum. Taðer politiskt avgjørt, at trý sjúkrahús skulu virka í Føroyum, og hesum stuðla vití Tjóðveldi fult út. Hetta krevur, at politikarar skipa so fyri, at hesi fáa virkað. Størsta avbjóðingin liggur í, at vit skipa og samskipa tey trý sjúkrahúsini, so grundarlag er undir øllum trimum, eisini tí í Klaksvík.
Heilsudepil í Klaksvík
Føroyska sjúkraverkið er bíligastí Norðanlondum, og í mun til fólkatalið er Klaksvíkar sjúkrahús bíligastí Føroyum. Kemst hetta av bíligum viðgerðum ellaøðrum, so er hetta onki endamál í sær sjálvum. Sjálv ivist eg ikki í, at vit fingu upp aftur meira burturúr, dugdu vit at skipa viðurskiftini betur.
Undanfarni heilsumálaráðharri setti sær fyri at fremja eina skipan við heilsudeplum. Hetta vann ikki á mál. Nú hava landsmyndugleikarnir gjørt menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, sum fer at fáa politiska viðgerð í næstum, so hava vit í Klaksvíkar kommunu eisini latið gjørt drúgt og dygt tilmæli, sum lýsir økið væl og sum skal hugsast inn í landsætlanina. Klaksvíkar býráð hevur samtykt at fylgja hesi ætlan. Vit vilja taka hond um “alt menniskjað” og seta einstaklingin í miðdepil við at samskipa kanningar, viðgerðir og eftirviðgerðir í einatilgongd. Við at skipa Norðoya heilsudepil á Klaksvíkar sjúkrahúsi til primerar heilsutænastur koma kommunulæknarnir at starvast har og kunnu samstarva um sjúklingar og vaktir við sjúkrahúsinum tætt atknýttum. Í stuttum er ætlanin at skipa allar ambulatoriumtænastur og Norðoya Bú- og Heimatænastu í eina Heilsustovu á Klaksvíkar sjúkrahúsi, skipa hospice og at byggja út møguleikan við flytførum tænastum.
Í Klaksvíkar kommunu fari eg at virka fyri, at ein heilsudepil verður skipaðurá Klaksvíkar sjúkrahúsi. At skipa tættleika og samstarv í millum starvsbólkarí størri mun hevði havt fyrimun, tí læknar fingu størri fakligt umhvørvi at virka í, og sjúklingurin hevði komið upp aftur meir í miðdepilin, tí viðgerðir kundu verið skilagott skipaðar innanhýsis, eins og ambulatorii, røntgen og aðrar tænastur eru í húsinum. Men at flyta kommunulæknatænastuna inn á Klaksvíkar sjúkrahús má á ongan hátt ganga út yvir sjúkrahústænastuna ella virksemi, ið frammanundan er.
Sjúkrahús og útjaðari
Tað er rættiliga avgerandi, at vit í Klaksvík framhaldandi hava eitt sjúkrahús. At vit ikki avmontera økir og í staðin fáa okkurt heilt annað –kanska eitt uppvenjingarstað. Vit skulu halda fast við at hava tær uppgávur og teir fasilitetir, sum hoyra til eitt sjúkrahús –vit skulu hava forvakt og bakvakt, so vit eru trygg og tryggja læknatilgongd. Við nýggjari tøkni og tilrættalegging ber hetta væl til, duga vit at samskipa og tryggja, at akuttar innleggingar og ætlaðar innleggingar ganga saman, og virksemi er rímiligt og skilagott.
Vit hoyra aftur og aftur, at heilsuverkið snýr seg um faklig viðurskifti og ikki um landspolitikk. Men tað er ikki rætt. Heilsuverkið er sjálvandi fak, tørvur og sjúkraviðgerð. Men heilsuverk er eisini partur av landspolitikki og útjaðarapolitikki, eins og alt almannaverkið, skúlaverkið og politiverkið eru partar av heildarpolitikki fyri allar Føroyar. Tey eru landspolitiskt treytað, og løgtingslimir játta pening og gera av, hvussu virksemi skal liggja úti um landið. Sjálvandi við sjúklinginum og trygdini í miðdepli. Vit sammeta okkum ofta við Danmark. Har er nýskipan farin fram, og fá supersjúkrahús eru komin í staðin fyri tey mongu smærri. Um tænastan er vorðin betri við hesi dýru loysn ivast danir. Óhugnaliga langir bíðilistar, misnøgdar borgarar og langar koyritíðir á vegunum. Til tess at bøta um skaðan eru tey farin at skipa føðiklinikkir og skaðastovur í nærumhvørvum.
Rotnar bananir og reformar
Í hesum døgum skeita danir til Noregs, har viðurskiftini eru beint øvug. Meðan útjaðarin í Danmark verður samanborin við rotnar bananir, so blómar norski útjaðarin sum kinesiski búskapurin veksur. Og tað er ikki av oljumilliónum, men av tí at norskir politikarar hava síðan seinna heimsbardaga arbeitt fyri, at fólk skulu búgva í øllum økjum í Noregi. Hanne Tanvig er danskur granskari í útjaðaraøkjum. Hon sigur, tað ber til at læra nógv av norðmonnum. Meðan danir hava latið tað detta, sum ikki orkar at standa, so hava norðmenn viljað alt Noreg og hava investerað í øll økir. Tað er ikki einans ein búskaparlig útjavning farin fram, men man hevur satsað í øllum landinum. Skyldina fyri avtofting av danska útjaðaranum fáa reformar, ið skulu effektivisera og spara. Politireformur, sjúkrahúsreformur, fólkaskúlareformur o.a. minka um virksemi, so keypssamtøkan í smáu býunum at enda noyðist at stongja og fólk rýma. Brain draining er hugtak, u-londini og fjarskotnir landspartar stríðast við. Tað hendir av sær sjálvum, tá politikarar taka grundarlagið undan vísinda- og mentafólki úti í økjunum. Økini verða tømd og mergsogin við mentanarligu og vísindaligu burturveitingini, og sum ein dani tekur til í kjakinum í donsku bløðunum: “...og vit í útjaðaranum gerast býttari og býttari”.
Fyri fok og feigd
Skal Klaksvíkar sjúkrahúsið ikki fara fyri fok og feigd, men mennast, so er neyðugt við sterkum politikarum við røttum og haldgóðum próvførslum fyri, at sjúkrahúsverkið styrknar við trimum sjúkrahúsum. Tað er ikki nóg mikið við orðum. Tað er hinvegin alneyðugt at fylgja við gongdini, at skipa innleggingar, dýrar viðgerðir og serfrøði, so mest fæst burtur úr. Og landsstýriskvinnan hevur gjørt hol í sjógv og ætlar fyrst at samskipa bíðilistarnar. Vit skulu hava fokus á sjúklingin, veita trygd í nærumhvørvinum og fáa sum mest burtur úr tøkniligu framburðinum, so viðgerðir eisini kunnu koma til sjúklingin umvegis framkomið samskifti sum t.d. videoviðviðtalir.
Mítt ynski og mítt politiska starv er, at vit samstarva um skilagóðar loysnir fyri alt heilsuverkið. Og at vit ikki gera sum danir: ”Udviklingen derude er noget, som de derude må tage sig af,” sum danski granskarin tekur til.
Óluva Klettskarð, Tjóðveldi