Klaksvíkar Kommuna letur upp serstovu samb. dagstovnalógini

27 March 2013
Skrivað hevur
Jóhan Lützen

- Arbeitt hevur verið í eina tíð við hesum uppskoti, sum ein arbeiðsbólkur, mannaður við fakfólkum, hevur mælt til, og sum Sosiala Nevnd býráðsins hevur tikið undir við, sigur Jóhann Lützen.

- Sum formaður í Sosialu Nevnd varði eg av hesum málsøki, og varð eg skjótt gjørdur varugur við hendan tørvin.

- Vit hava tí arbeitt miðvíst við hesum seinastu vikurnar, og vil eg eisini nýta høvið at takka umsitingini og fakfólkum fyri gott arbeiði.

Børn við serligum tørvi á jøvnum føti við onnur

- Dagstovnalógin ásetur í § 5, at børn við serligum tørvi hava rætt til tilboð um pláss á dagstovni á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi, har veittar verða nøktandi hølisumstøður og námsfrøðilig tilboð til hesi.
- Endamálið er, at hetta sertilboð skal koma børnum við serligum tørvi tilgóðar, til frama fyri hesar familjurnar, sum hava ein lógartryggjaðan rætt til tilboð á jøvnum føti við onnur, sigur sosialnevndarformaðurin.

Hølini verða útvegað í Barnahúsinum Margit

- Vit hava sett okkum fyri at fylgja tilmælinum frá fakbólkinum, sum eisini mælir til, at niðasta hæddin í Barnahúsinum Margit verður brúkt til endamálið.

- Hetta krevur, at verandi virksemi í hesum hølum flyta í onnur høli í býnum, og tað er tað, sum í løtuni verður arbeitt miðvíst við at loysa, upplýsir Jóhann.

Manningin í arbeiðsbólkinum, ið skrivaði tilmæli um hesa serstovuna: *Súsanna Ziska, stovnsumboð, *Jórun Niclasen, Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR), *Tonja Ziskason, sosialráðgevi, *Maja Højsted, stovnsumboð, *Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur á Sosialu Deild, og *Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari.

Vit skulu verða ein kommuna fyri øll

- Í grundgevingum sínum fyri serstovuni skrivar fakbólkurin millum annað, at arbeiðast skal miðvíst við menningarætlan, so hvørt einstakt barn, so vítt gjørligt, klárar seg á jøvnum føti við onnur – tó við atliti til støðuna og støðið hjá barninum.

- Vón okkara er, at henda serstova, sum ætlandi verður normérað til 6 børn, skal verða ein partur av hesum arbeiði, ið skal tryggja, at Klaksvíkar Kommuna skal verða ein kommunan fyri øll, sigur Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.