Kistlaránið

14 December 2010
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

ABC-samgongan hevur umvegis landsstýrið lagt eitt eykajáttanaruppskot á tingborð, sum rakstrarliga í høvuðsheitum snýr seg um at játta Fíggjarmálaráðnum eina nýggja úthurð. Orsøkin sigst vera, at hársetingin á teimum, ið virka harúti í Albert Hall, í oftara lagi fer í rulk, ella í ein viggskornan statur, táið hvirlurnar tráblásandi taka seg oman frá líðunum omanfyri, - og eru í næskara lagi. Hurðin kostar tað sama sum eini trivaliga sethús á bygd. Í øðrum lagi fer samgongan enn einaferð í eitt uttansyndis høpi eftir peningafæi, fyri at verma sær politisku hosurnar í eina tíð afturat. Farið verður inn í Føroya Realkredittstovn eftir 45 mió. kr. Hetta eru tey gomlu gjaldførislánini, sum nú vera gjørd upp, ikki tí at leiðslan á stovninum vil tað, men tí at Fíggjarmálaráðið ikki vil endurnýggja avtaluna, sum í mong ár hevur tryggjað Realinum hetta fæið afturat í lánsmøguleikanum til føroyska fiskiskipaflotan.

Onkuntíð hesi árini er samgongan borin saman við mannin, sum av berum leti breyt arvaðu húsini frá foreldrunum niður innanífrá, og brendi fjøl fyri fjøl, av brósti, gólvi, rekkjuváðum og tróðri, í komfýrinum - fyri at halda varmanum. Til endans stóðu bara zinkpláturnar eftir, og tá kølnaði hann burtur og hvarv. Ongin roynd varð gjørd fyri at venda gongdini, hann var ikki sinnaður at bygnaðarbroyta høvdið, soleiðis, at lívið kundi livast víðari í pakt við tær javnvágir, ið altíð mega vera galdandi í fíggjarliga høpinum, í hvussu er yvir eitt ávíst tíðarmál. Likamsevni og vanligt vit hjálptu onki, viljaloysi og leti sigraðu. Ein zombie´ari yvirlivir soleingi externa hjálpin er tøk, eftir tað endar hann í misjavna við sínar umstøður og doyr.

Danska heimastýrið í Føroyum fór so logandi av knóranum fyri átjan árum síðani, í kjalarslóðini á eini skjótt vaksandi ríkisveiting og ørandi lántøkum, tiknar í donskum lánsføri. Ikki fyrrenn ein samgonga sá dagsins ljós, ið hevði sett sær sum greitt mál, at snúgva sær burtur úr politiska korsettinum, sum danir smoygdu um lendarnar á politisku skipanini í Føroyum eftir stríðsárini, fekst takholtur á støðuni. Fullveldissamgongan, sum setti føroyska statin á dagsskrá, hevði úr at gera við at rudda upp eftir krakkið í 92. Íkomna skuldin tyngdi útreiðslusíðuna við kapitalútreiðslum øll árini, og hóast tað megnaði hon frá 1998-2003 at akkumulera eitt samlað yvirskot á løgtingsins fíggjarlógum hesi árini, við áleið 2,7 milliardum krónum. Heldur enn at vera eitt politiskt búskaparligt bragd, var hetta úrslitið av greiðum politiskum málum. Miðað varð eftir fullveldinum, og hetta var samgongunnar hjartablóð og mergur.

Í 2004 ger merglopið av álvara um seg. Ráðaleysa ABC-samgongan verður pallset, málini eru ongi, og munurin ímillum hesi bæði tíðarskeiðini í nýggjari politiskari søgu Føroya kann best greinast við orðunum hjá amerikanaranum Robert Gilpin: “Nationalism can thus be interpreted as either a theory of state building or a cloak for the interests of particular producer groups that are in a position to influence national policy.” Í 2004 velur ein borgarlig sambandssamgonga, undir socialdemokratiskari leiðslu, at fara eftir hæli aftur, at fara inn í stokkuta varman frá heimastýrisradiatorunum av nýggjum. Hetta hevur síðani verið ein katastrofal leið at ganga. Hetta kann dokumenterast í tølum. Egið politiskt/persónligt vald hevur verið málið, heldur enn lynningin undir einum sjálvberandi føroyskum búskapi. Status quo er ikki bara stígur, tað er afturgongd, Føroyar høvdu nú fingið eitt regime, sum til- ella ótilvitað hevði valt at ganga búskaparligu deyðskósina. Og fæst ikki eitt nýtt stýrislag í lag, skjótast gjørligt, er tað bara ein tíðarspurningur um, nær ið næsta totalkollapsið kemur, - eftir nationalu tragediuna fyri átjan árum síðani.

Helst spyrja fleiri, um áneyðir eru fyri, at varpa upp í ljósið slíkar dómadagsprofetiir í hesum døgum. Ja, um hendan leiðsluleysa samgongan heldur fram gerst hetta veruleiki, men tað kann sleppast undan ólukkunum, um saðlað verður um umvegis neyðugar bygnaðarbroytingar, sum vaksa um inntøkurnar samstundis sum útreiðslurnar verða trimmaðar. Fá lond eiga eitt størri búskaparligt vakstrarpotentiali enn Føroyar, men tríggir illa trevsaðir flokkar, sum ikki hava ætlanir um at brúka valdið, teir hava fingið frá fólkinum, til annað enn uppá hvamsvís at skáka hvønn annan út av talvborðinum og sum fliður at súgva seg sjálvar til taburetturnar í Tinganesi, gerst onki.

Taka vit samanum hesi árini, so er veruleikin tann, at samlaða hallið frá 2004-2010, íslendska lánið og fíggjarætlaða hallið fyri 2011, tilsamans, er á hædd við samlaða yvirskotið árini 1998-2003. Altso, minus 2,7 milliardir krónur. Altjóða fíggjar- og búskaparkreppan eigur lítlan ella ongan lut í hesum, hetta er úrslitið av ongum politikki. Spurningurin er nú hvussu hendan borgarliga sambandssamgongan, nú við socialdemokratiskari fíggjarstýring, hevur fíggjað hetta samantalda gigantiska hallið hesi árini hon hevur sitið. Taka vit støðið í kendu tesuni um, at móðurlandið hjá føroyskum javnaðarmonnum altíð er har, sum pengarnir hjá hinum eru, so er veruleikin tann, at teir hava brotið inn í allar teir kassar, sum funnust í grannalagnum, - uttanfyri fíggjarlógina. Góðar 2 milliardir krónur eru fluttar úr grunnum, bankum og stovnum hesi árini teir hava sitið við valdinum, og tær eru horvnar sum døgg fyri sól í einum hopleysum negativum rakstri:

• Sølan av 2/3 av Føroya Banka/BankNordik.
• Sølan av 1/3 av Atlantsflog.
• Sølan av partabrøvum í Skipafelagnum Føroyar.
• Lívstryggingin LÍV
• Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir v.m.
• Forskotsgrunnurin
• - og nú stendur Føroya Realkredittstovnur fyri tørni.

Sleppur hendan samgongan at halda fram, verður farið eftir FøroyaTele, seinasta triðinginum av BankNordik, restini av Atlantsflogi o.s.fr., bara fyri at verma sær hosurnar, á sama hátt sum kellingin, táið hon kendi fløvan frá sínum egna súra landi. Eingangsinntøkur bjarga ongum landi, tær eru eitt stutttíðar fenomen, og sviðin gerst tað svárari, táið pannan brestur í múrin skaptur av misjavna og ongum politiskum átøkum.

Vit taka ikki undir við uppskotinum um at konvertera hesar 45 mió. kr. úr Realinum inn í landskassan. Væl stjórnaði fíggjarstovnurin Føroya Realkredittstovnur hevur vaksið um sína eginogn ár eftir ári, og hevur í dag eina eginogn, sum liggur um 700 mió. kr. Fíggjarstýringin í landskassanum hjá Eidesgaard er hin øvuta, hon er katastrofal, tí liggur hesin peningurin munandi betri vardur í Realinum enn undir ABC-samgongunnar veingjabreiði.


ABC-samgongan er alt meira farin at líkjast hjúnunum, sum ongantíð røkka fíggjarligu javnvágini í húsarhaldinum. Tørvurin er altíð størri enn uppdriftin, og til endans eru ikki onnur ráðini til at taka, enn at fara inn í sovikømurini hjá børnunum eftir sparikistlunum, og tøma teir ein fyri og annan eftir niður í húsarhaldskassan, - fyri at fíggja skilaleysu ovurnýtsluna. Táið tað fæið er uppi, er bara húsagangurin eftir, og onnur taka ræðið á húsunum. Onkur má steðga hesi ørmundargongd, og megnar ein meiriluti á tingi, ímóti øllum odds, at steðga byrjandi tøkuni av Realinum, í eini roynd at byrja neyðuga skiftið, og at steðga vónleysu fíggjarligu stjórnani av landinum, sæst kanska ein glotti fyri framman av nýggjum.