Kann ein fiskivinnutjóð bjóða vinnu og borgarum eina kvamsvís umsiting av fiskivinnuni?

13 May 2012
Skrivað hevur
Páll á Reynatúgvu

Nei als ikki. Men tað er veruleikin í Føroyum, anno 2012. Skiftandi landsstýri, og mangan skiftandi landsstýrismenn, gera av um fiskivinna okkara skal vera skipað so ella so. Hettar snýr seg um dýrabara grundarlag okkara, kova føroyinga, og veiðan eigur at stjórnast og skipast, so varðandi, trygt og skilagott sum til ber. Tað hevur ikki verið støðan seinnu árini. Heldur hevur løtuvinningur og næstrapolitikkur gjørt av hvussu fiskast skal, og ikki minst hvør í fiska sleppur. Her skal saðlast av nýggjum.


Makrelurin – okkara gullfiskur?
Jakob Vestergaaard skal hava rós fyri at almannagera okkara krøv um størri kvotu av makreli og fyri at standa stinnur í áganginum, men tað vóru røddir sum fyrr gjørdu vart við broytta ferðalagið hjá makrelinum og øktu nøgdirnar í Føroyskum sjógvi. Serliga minnist eg Árna Dam vísa á hesi viðurskifti í almenna rúminum. Vit mugu finna semju við hinar áhugapartarnar í stríðnum um makrelin, tí í dagsins samfelag er eingin nóg sterkur til at standa einsamallur, men vit eiga at grundgeva væl fyri okkara sjónarmiðum, tí her standa stór virðir uppá spæl fyri føroyska samfelagið. Havandi í huga at avreiðingarvirði á makrelinum í fjør, um hann var fiskaður bestu tíð, og seldur til besta prís, væl kundi togað seg upp móti 2. mia. kr, er eyðsæð at makrelurin er okkara tíðarinnar gullfiskur. Og hvør vil ikki vera við í gullfiskaveiðu. Tí er skilligt at allir skipabólkar ynskja sín lut. Einki er heldur at ivast í, at botnfiskurin fær gagn av at veiðan eftir honum ikki er so trá eina tíð.


Ein skipan í fjør, ein onnur í dag, og ein triðja í morgin?
Nú hevur landsstýrismaðurin so vegna samgonguna lagt fyri Løgtingið lógaruppskot um gjøld í samband við fiskiskap eftir makreli í 2012 og lóg um heildarkvotu. Hóast flestu føroyingar síggja tað skilagóða í at fáa ein politiskt fevnandi semju makrelfiskiskapin, so hevur landsstýrismaðurin ikki tikið andstøðuna við í arbeiðið. Hetta er ikki nøktandi, havandi í huga, hvussu alneyðugt tað er at veiðan eftir makreli, og fiskiveiðan sum heild, má skipast væl og virðiliga, og ikki uppá kvamsvís, alt eftir hvør situr í týdningarmesta stólinum. Vit í Tjóðveldi ynskja at geva okkara íkast til eina semju um komandi fiskivinnupolitikkin.


Hava vit ikki frysti og móttøkuorkuna í dag?
Ein av avbjóðingunum við makrelfiskiskapinum hevur verið vantandi orka at taka ímóti, og at frysta makrelin. Sigst. Men mær er upplýst at vit við verandi virkjum á landi, við verandi flótandi frystiorku og við nýggja virkinum á Tvøroyri, hava vit møguleika at taka allan makrelin til høldar í Føroyum, uttan útlendsk móttøkuskip. Uppgávan er at samskipa fiskiskapin, so ymsu liðini gera sum mest gagn, og fáa sum mest burturúr. Tá fær samfelagið eisini sítt.


Hjólini sum ikki snara við somu ferð
Síðani at kalla allur flotin í sjeytiárunum var hirdur inná grunnarnar, hevur verið neyðugt við avmarking av veiðuni. Avmarkaðar skipanir skapa krøv um gagnnýtslu, og kapping um tilfeingið, og avleiðingin er at veiðuorkan økist við tøkniligu menningini. Samstundis kann (verður) trýstið økjast á fiskastovnarnar.


Fiskiskapur og burðardygd eru tvinni hjól, sum ikki treyðugt snara við somu ferð. Til tíðir øvuðgtan veg. Onnur skipan, fiskastovnarnir, byggir á javnvág og endurnýggjan, meðan hin skipanin snýr seg um áhaldandi at fáa meira fyri minni, við einum støðugt effektivari flota.


Tá hava vit eina støðu har fiskatilfeingið (stovnarnir) helst skal verða so støðugt og endurnýggjandi sum til ber, men við einum flota sum betur og betur er førur fyri at fiska niður stovnarnar. Einki er vissari enn tað at ein slík karrá skipan skapar eitt ævigt stríð millum tey skip, sum stríðast fyri at vera í vinnuni.


Onkur má dvína, spurningurin er bara hvussu!
Tað er dreymatos at hugsa um at hava allan verandi flota í vinnuni, við verandi fiskastovnum. Serliga strutsakent var tað at blaka djúpvatnstrolararnar inná grunnarnar aftur. Kendist onkursvegna sum ein ússalig roynd at halda fyri eyguni, fyri ikki at síggja trupulleikan. Spurningurin er heldur, um hvussu virðiliga vit kunnu skilja tey frá vinnuni, sum ikki er rúm fyri í henni. Og hvørja skipan vit velja til tess.


Tvinnir eru kostirnir, ella finst gylta alternativið?
Politisk stýrd útlutan, ella marknaðartreytastýrd uppboðssøla eru leistirnir sum kjakast hevur verið um seinnu árini. Báðar skipanir hava síni lítir, hóast onnur valla er roynd enn. Politisk stýrda skipanin hevur verið merkt av politiskari nepotismu. Grundaður illgruni er um at fíggjarliga sterkastu og best etableraðu áhugabólkarnir, seta seg væl til rættis í fiskivinnuni, meðan virkisfúsir nýggir vinnuspírar kódna í føðingini, tí ikki slepst framt tilfeinginumuttan fyri ovurprís.


Uppboðssølan fekk eina ikki so hepna byrjan við makrelfiskiskapinum í fjør, tá illgruni um strámannavirksemi merkti boðini uppá makrelin. Skipanin hevur tó ikki staðið sína fullu roynd enn og tí er ov tíðliga at kolldøma hana.


Ein politisk skipan, ein fiskivinnuskipan!
Ongin í føroyska samfelagnum kann liva við einari fiskivinnuskipan, sum skiftir frá degi til dags. Tí er tað avgerandi at politisku flokkarnir gera sítt ítarsta at finna semju um langtíðar fiskivinnupolitikkin, men higartil hevur verið trupult at síggja útrættu hondina frá samgonguni til andstøðuna. Vit síggja tó spurningin sum týdningarmiklari enn eitt skisma millum andstøðu og samgongu, og vilja geva okkara íkast til breiða semju um lívgevandi grundarlag føroyinga, havsins tilfeingi.


Ábyrgdin er so stór, og virðini so avgerandi, at alt eigur at gerast fyri at finna eina breiða og varðandi semju um komandi fiskivinnupolitikkin. So her er útrætta hondin!

Páll á Reynatúgvu,
framsøgumaður fyri Tjóðveldi í fiskivinnumálum.