JÚ, VIT KUNNU!

4 June 2019
Skrivað hevur
Sonja J. Jógvansdóttir

Í morgin eigur tú avgerðina. Tað er túsum avgerð, hvør tú heldur umboðar teg og títt land best.

Eg havi í hesum valstríðnum fortaltsmáar søgur um alt tað, vit kunnu. Eg eri sannførd um, at tað er neyðugt atvísa á, hvussu ómetaliga ófør vit eru sum fólk og land. Tí ofta gloyma vit,hvussu langt vit eru komin sum samfelag, og hvussu vit ár eftir ár hava ment ogskapa framburð og broytt samfelagið til tað, vit kenna í dag.

Vóru fleiri dagar eftir av valstríðnumkundi eg fortalt uppaftur fleiri jaligar søgur.

Tí vit síggja tað allastaðni:slóðbrótandi gransking, ítróttarfólk sum bjóða heiminum av, ein ovurhondsíverksetarahug, blómandi mentanarlív, vit verða betur og betur til at virðisøkjaokkara tilfeingi, og bjartskygni og framtakshugur ger, at fólk velja Føroyar.

Eg veit væl, at alt ikki er ljósareytt íokkara samfelag, og at tað eru familjur sum liva í fátækradømi, bústaðarneyðiner stór og tað eru ikki øll, sum hava fingið lut í tí stóra framburði, sumhevur verið í Føroyum. Hetta mugu vit leggja alla okkara orku í at fáa broytt.Fortreytin fyri tí er, at vit á løgtingsvalinum í august eru nóg nógv, sumvilja tað sama og sum vilja leggja nógv fyri at lyfta øll úr fátækraváða ogbyggja íbúður til láglønt. Og sjálvandi fara vit eisini at megna at vinna áhesi avbjóðing.

Vit eru raskasta fólk í heiminum. Vitliggja heilt í toppinum, tá tað kemur til, hvussu stórur partur av fólkinum erá arbeiðsmarknaðinum. Hvønn tann einasta dag geva vit øll okkara íkast til atskapa eitt framkomið og ríkt samfelag. Vit eiga øll lut í tí stóru menning, sumvit síggja í samfelagnum, og vit eiga at vera stolt.

Lat tí ongan fortelja tær, at tú ikkikanst, tí sjálvandi kunnu vit alt tað, vit seta okkum fyri. Tað vísir søganokkum, og tað prógva vit hvønn tann einasta dag. Tað eru tey virðir, ið vitsjálvi skapa, sum tryggja okkara vælferð og eitt samfelag fyri øll.

Tí er tað óvirðiligt at senda eitt umboðá Fólkating, sum byggir sín politikk á, at tað er betur at danir gjalda fyriokkum og tað er betur at danir umboða og tosa fyri okkum á økjum sum havatýdning fyri okkum

Ongin er betur at umboða okkum enn vitsjálvi og sum raskasta fólk í heiminum skulu vit sjálvandi gjalda fyri okkumsjálvi.

Lat okkum í morgin nú vísa, hvør stirðiler í okkum, lat okkum vísa viljan til at standa á egnum beinum og taka ábyrgdav landinum og hvør øðrum.

Tað er onki, vit ikki kunnu, og í morginvísa vit tað við at velja eina frælsisrødd at umboða Føroyar á Fólkatingið.

Lat bjartskygni, sjálvsálit og áræði veravegvísara fyri tínari atkvøðu.

Gott val.

Sonja Jógvansdóttir

Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.