Jón Kragesteen stillar upp fyri Tjóðveldi

25 July 2019
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

SuðurstreymoyarTjóðveldisfelag hevur stillað Jón Kragesteen sum valevni til komandiløgtingsval. - Vit mugu skipa okkara samfelag væl burðardyggari, enn vit gera ídag, sigur Jón Kragesteen.

-Tá ið eg fyri stuttum varð spurdur, um eg vildi stilla upp fyri Tjóðveldi, tókeg av beinanvegin. Eg havi altíð verið tjóðveldisfólk og sannførdur um, at taðber ikki til at stýra einum samfelag, uttan at hava fult ræði og fulla ábyrgd.Eg vil tí arbeiða fyri, at Føroyar gerast sjálvstøðug tjóð, har ágóðarnir verðajavnt býttir og øll hava somu møguleikar at liva eitt gott lív, sigur JónKragesteen.

Hannvísir á, at størsta avbjóðingin fyri framman eru veðurlagsbroytingarnar.

-Vit mugu gera okkara at forða teimum, millum annað við at seta nógv meira ferðá at skifta frá olju til varandi orku. Eisini mugu vit skipa okkara samfelagvæl burðardyggari, enn vit gera í dag. Sum er, innflyta vit tað mesta, sum viteta - og tað kemur úr øllum heimsins heraðshornum. Ein máti at bøta um støðunaer, at vit fara at skapa umstøður fyri at nógv størri partur av tí, sum vitskulu eta, verður framleiddur her hjá okkum, sigur Jón Kragesteen.

Jóner 59 ára gamal og er varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Afturatlæraraútbúgvingini hevur Jón útbúgvingina Diplom í leiðslu og West NordicStudies, sum er samfelagsfrøðiligt masterprógv í leiðslu og burðardyggarifyrisiting.

Umframtlærarastarvið var Jón í rúma tíð leiðari í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, har eitttað størsta málið var at fáa Null hugsjónina inn í ferðslulógina og at fáaFerðslutrygdarætlanina 2007-2015 til veruleika.

Meira um sama evni

No items found.