Jóannes longu provokera pensjónsarbeiðið

19 August 2009
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

sum hann forrestin sjálvur legði rygg til, meðan hann var í landsstýrinum. Hetta provokeraði pensjónsbólkin, sum hevur umboð úr øllum teimum politisku flokkunum á Løgtingi.

Henda provokatión frá HPS var orsøkin til at bólkurin samdist um at frá nú av kunnu einstaklingar ikki fara út og súpa róman, sum hini hava framleitt, meðan hini skulu leggja rygg til atfinningarnar sum koma. og sum Hans Pauli og Jóannes forrestin sjálvir vóru atvoldin til, og sum teir sjálvir vóru samdir um skuldi verða partur av Ólavsøkupakkanum.

Gott nokk hevur Javnaðarflokkurin ein trupulleika. Serliga eftir at tey ikki góvu sær far um, at tey sum samdur flokkur høvdu lagt eftir Floksins maskotti. Pensjónini!

Men tað kann tvørpolitiski pensjónsbólkurin ikki taka sær av, tað má Flokkurin taka sær av.

Vit sum sita í pensjónsbólkinum noyðast at fylgja nøkrum mannagongdum m.a. um hvussu vit úttala okkum til fjølmiðlarnar, meðan arbeitt verður, - eisini javnaðarumboðini.

Vit semjast tí eisini um, at tað ikki er talan um eitt samgongumál, men um eitt tvørpolitiskt mál, sum allir teir 6 politisku flokkarnir á Løgtingi arbeiða saman um, og sum allir flokkarnir í felag skulu leggja fram. Tað vil siga, at av tí at tað ikki er eitt samgongumál, men eitt tvørpolitiskt arbeiði, so er Jóannnes Ejdesgaard ikki føddur samráðingarleiðari.

Tí provokerar tað ómetaligt, at hann sum tann fyrsti brýtur avtaluna, um ikki at úttala seg til pressuna. Sama kvøld sum tíðindaskrivið frá bólkinum verður lisið upp í útvarpinum, um at tøgn valdar, førir Jóannes Ejdesgaard seg fram sum ein annar formaður í útvarpi Føroya, og greiðir fólkið frá, hví arbeitt verður, sum tað verður. Tað hevur hann ikki fingið mandat til frá bólkinum. Hann er ikki samráðingarleiðari.

Tað hevði eisini verið farligt at sett ein at stjórna arbeiðnum, sum frammanundan hevur avskaffað klassastriðið. Sum leggur uppskot fram á ting um at degradera pensjónirnar. Sum fer eftir fyritíðarpensjonistum. Sum gevur háløntum skattalætta osfr.

Pensjónirnar skulu jú verða samhaldsfastar.

Hetta er tí eitt punkt sum vit eiga at taka upp á komandi fundi.


Annita