Jóanis Erik Køtlum verður nýtt valevni fyri Tjóðveldi tilløgtingsvalið komandi. Tað er greitt, eftir at Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevðiuppstillingarfund mánakvøldið.
Hann er 53 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur viðfíggjarstýring sum sergrein frá Copenhagen Business School. Jóanis Erik Køtlumhevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir á strategiskum stigi innanmiðfyrisiting og sjúkrahúsverk.
Hann hevur millum annað verið forstjóri í sjúkrahúsverkinum,og stjóri á Landssjúkrahúsinum, deildarstjóri og virkandi aðalstjóri íHeilsumálaráðnum, og stjóri í grønlendska heilsuverkinum.
"Jóanis Erik er framúr kønur í heilsumálum, leiðslu ogalmennari fyrisiting . Jóanis Erik er virdur fyri at tora at standa við tað,hann heldur - og hann er bæði víðskygdur og greiður um, hvussu vit kunnu mennaheilsuverkið og almenna geiran. Hann er onki minni enn ein fongur fyriTjóðveldi", sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
“Eg havi verið limur í Tjóðveldi í mong ár og gangi inn fyri,at allur avgerðarrættur skal verða í Føroyum. Tá eg bleiv biðin um at stillaupp, tók eg av. Mínar starvsroyndir hava givið mær gott innlit í almennaraksturin, og eg haldi, eg kann brúka hesar í politiska arbeiðinum. Serliga erieg áhugaður í at finna skynsamar javnvágir í fjølbroytta politiska landslagnum,sum gagna verandi og komandi ættarliðum”, sigur Jóanis Erik Køtlum.
Eysturoyar Tjóðveldisfelag kann hava átta valevni tilløgtingsvalið. Á listanum hjá Eysturoyar Tjóðveldisfelag eru Sonni á Horni,Jóhan Christiansen, Pól Esper Hansen og nú eisini Jóanis Erik Køtlum.Harumframt kann roknast við, at okkurt valevni verður afturat teimum fýra, sumlongu eru.
