Javnstøða víðkar vøllin!

14 September 2007
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Flokkurin ásannaði somuleiðis, at vitan er neyðug, og at ein almennur portalur við hagtølum er eitt gott amboð fyri at gera javnstøðuvitan lætt atkomiliga.

Javnstøða úti í samfelagnum er stóra avbjóðingin. Eitt tað fremsta málið innan javnstøðuarbeiðið eigur at verð at styrkja fíggjarligu og positioneru støðuna hjá kvinnum úti á arbeiðsmarknaðinum. Men hetta eigur ikki at gerast við at taka nakað frá øðrum. Hetta kann m.a gerast við at broyta hugburðin hjá fólki. Men tú broytir ikki hugburð bara soleiðis við at knipsa við fingrunum. Hugburður kann hinvegin broytast orsakað av betri vitan. Fólk gerast við vitan varug við nøkur viðurskifti, tí tey fáa nøkur ting at vita.

Tí hevur tingmanning Tjóðveldis skotið upp at fáa til vegar gransking av javnstøðuni í Føroyum, og av støðuni hjá kvinnuni í føroyska samfelagnum. Hetta heldur flokkurin kann verða ein gongd leið til at økja um vitanina á økinum og harvið eisini um javnstøðuna.

Vit vita nøkur ting. Vit vita, at hóast kvinnur fáa betru útbúgvingarnar, so fáa tær verri løn enn menn og hava arbeiði, sum hava lægri status í samfelagnum. Vit vita eisini, at 2000 færri kvinnur enn menn búgva í Føroyum. Og vit vita, at landsstýrið hevur valt 27 menn í væl løntu almennu partafeløgini og onga kvinnu. Og at sama landsstýrið hevur valt sjey menn í landsstýrið og onga kvinnu. Hetta eru alt tøl, sum ikki bara harma javnstøðuáhugað, men gransking vísir, at manglandi javnstøða darvar búskaparvøkstri og vinnuligum framburði.

Tí eigur motivatiónin fyri javnstøðu fyrst og fremst at snúgva seg um ein hátt at menna samfelagið, at økja um búskapin og styrkja vinnuna.

Tað snýr seg soleiðis í stuttum um at víðka um vøllin og ikki um at flyta ábyrgdarøki frá monnum og til kvinnur.

Soleiðis kunnu vit øll – kvinnur og menn – saman virka fyri einum øktum búskapi og styrktari vinnu.

Annita á Fríðriksmørk