Javnsettur borgari í javnsettum landið

28 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar


Nú er valstríð – tí standa vit her. Men vit skulu ikki bara standa her í dag, vit skulu standa her hvønn mánað ella hvørja viku ella hvønn dag, tá vit hava okkurt upp á hjartað!

Tað, sum eg havi upp á hjartað, og hvønn dag vil rópa hart um, er, at eg vil arbeiða fyri at vit gerast sjálvbjargin! Føroyar skulu verða ein sjálvbjargin tjóð!

Eg vil vera ein javnsettur borgari í einum landi, sum er javnsett við onnur lond!

Í Føroyum skal vera rúm fyri øllum. Hvør sum ein skal hava somu rættindi. Somu rættindi til virðiligan studning og virðiliga pensjón. Somu rættindi at fara í hjúnaband og til egnan bústað. Tí um øll ikki eru við, so eru vit ikki eitt samfelag.

Eg vil sleppa at skapa míni egnu virði í mínum landi!

Lat okkum halda lív í fólkaræðnum og arbeiða fyri javnrættindum – javnrætti á øllum stigum – eisini tjóðskaparligum javnrætti!

Takk fyri!

Gunnhild Dahl Niclasen