Mentamálanevndin hevur samtykt at játta 2,4 mió kr í stuðli til íløguna. Tað svarar til ein triðin. Fyrrverandi býararkitekturin Gunnar Hoydal hevur teknað nýggja húsið, sum fer at hóska væl í húsagarðinum undir Bryggjubakka.
Mentamálanevndin hevur eisini samtykt at játta Argja Róðrarfelag eitt ískoyti til útbygging av kappróðrarneystinum á Argjum. Neystið verður bygt út sduðureftir, tí virksemið í felagnum er so stórt, at tað er farið at knípa at hýsa øllum bátum og venjingum.
Mentamálanevndin hevur somuleiðis samtykt at bjóða út arbeiðið at gera teknikkhús á Tórsbreyt. Hetta hús, sum verður áraka mállinjuna, skal hýsa tólum til tíðtøku og øðrum tólum, sum neyðug eru til kappingar í frælsum ítrótti.
Húsið á málinum er neyðugur útbúnaður á rennibreytini, og haðani verður gott útsýni um alla breytina.