Tá ein banki letur aftur, so signalerar hetta tað mótsatta av vón um vøkstur. At fleiri arbeiðspláss hvørva nú stórt arbeiðsloysi er, strikar ikki júst undir samfelagssinni. Arbeiðspláss, sum bankin neyvan hevði nakað tap av.
Bankarnir hava sum sentralir aktørar í samfelagsbúskapinum eina ovurstóra moralska skyldu at
samvirka til samfelagsliga menning og trivnað í Føroyum. Júst tí bankarnir eru mondulurin í okkara búskapi, ger tað almenna alt, sum gerast kann, at lofta bankunum, tá hesir koma í óføri. Tí er tað einki minni enn rætt og rímiligt at vænta av peningastovnunum, at teir hugsa longri enn til bara egnan fíggjarligan fyrimun, tá teir velja hvagar peningurin til rakstur, umsiting og menning skal streyma.
Tá bankarnir steingja deild í einari oyggj, sum er avskorin frá meginøkinum, so gevur tað (kanska) pluss í rokniarki bankans, men minus í roknistykkinum fyri menning og trivnaði í landinum.
Tá bankarnir gjørdu av at flyta teirra elektronisku skipanir til Danmarkar, so gav hetta pluss í roknistykki bankans. Men, tað avveitir bæði vitan og pening úr føroysku vinnuni og samfelagskervinum.
Og tá bankarnir sum dømi órímiliga leingi lótu rentuna fyri 1. veðhaldi liggja á 5,8%, og harvið ikki fylgdu rentulækkingunum í grannalondunum. Tá gav hetta bankunum stórt pluss í rokniarkinum, men metstórt minus í vælviljanum hjá sperdum sethúsaeigarum.
Tá bankarnir hækka tænastugjøldini, men seta rentuna fyri lønarkontuna til 0, so tað reelt kostar at hava lønarkontuna, sum vit við lóg eru tvungin at hava í føroyskum peningastovni. So gevur tað pluss í roknistykki bankans, men kostar dýrt í trúfesti hjá viðskiftafólkunum.
Okkum tørvar bankar, sum ikki gera sær dælt av væntandi kapping. Tað stendur á í løtuni, at hava hetta álit á bankunum. Tað er trúfesti frá kundunum, sum ger, at BankNordik nú hevur ráð at keypa danskar bankar í stórum. Men, so hvørt, sum ónøgdin við bankarnar økist, minkar trúskapurin, tí sjálvandi vilja vit hava sama frælsi sum bankin, at koyra okkara pengar har, tað loysir seg best.
Tað er ein átrokandi politiskur spurningur, hvussu vit útvega borgarunum hetta frælsið.
Bjørt Samuelsen
tingkvinna