Tá ið fótbóltur aftur stendur fyri tørni skal tað sjálvandi verða ein fótbóltsHØLL í Hoyvíkshaganum
Býráðslimir í Havnar kommunu eru farnir at kjakast í fjølmiðlunum um, hvar ein møguligur fótbóltsvøllir í Hoyvík skal vera. Eg fari at koma við nøkrum viðmerkingum til kjakið, og annars at endurtaka nakað av tí, sum eg førdi fram í býráðnum fyri góðum ári síðani um hesi viðurskifti.
Í býráðnum, tá ið staðseting av fótbóltsvølli enn einaferð var til umrøðu, gjørdi eg býráðslimum púra greitt, at tað er heilt burturvið og kemur ikki uppá tal, at gera ein fótbóltsvøll í Hoyvíkshagnum. Grundgevingarnar hjá mær vóru og eru fleiri. Eitt er veðurlíkindi, annað raðfesting av skatttakrónunum og javnbjóðis ítróttartilboð til allar borgarar í kommununi.
Tað er púra burtur við at gera ein uttandura leikvøll á eitt so ábært og harðbalið stað, sum í Hoyvíkshaganum. Staðið liggur ov høgt, og vindurin er støðugur. Eina ferðina í framtíðini, tá ið fótbóltur aftur stendur fyri tørni, tá er einasta og skilabesta avgerðin at byggja eina fótbóltshøll í Hoyvíkshaganum. Eg førdi fram í býráðnum, at nú eiga aðrar ítróttargreinar at lívgast, og at rættast er at byggja eina skoytihøll í Hoyvíkshaganum.
Síðani hevur kommunan havt eina royndarskipan við eini skoytibreyt á Skálatrøð, sum hevur verið sera væl vitjað. Næsta stigið eigur at vera at fara undir at byggja eina burðardygga skoytihøll í Hoyvíkshaganum, sum brúkar streym frá varandi orkukeldum.
Men fyrstu raðfesting eigur golfvøllurin á Glyvursnesi. Golf er í dag ein alsamt vaksandi fólkakær ítróttargrein, og ikki sum vit fyrr kendu til, at tað bert var ein ítróttar grein fyri nøkur fá múgvandi fólk. Í dag spæla alskyns fólk golf, og hevur ítróttargreinin stóran áhuga ímillum fólk, sum eru komin nakað til árs, ella sum ikki orka at íðka annan ítrótt longur. Men golf er sanniliga eisini ein ítróttargrein við úrvals ítróttarfólki á høgum støði og á jøvnum føti við aðrar ítróttargreinar. Golf er ein ítróttargrein, har tú fær vælveru og náttúruupplivingar í einum. Føroyar ynskja aftur at gerast vertsland fyri Oyggjaleikirnar, og er hetta heldur ikki annað enn rímiligt. Men ein av treytunum er, at vit hava ein golfvøll sum lýkur altjóða krøv. Ferðafólkið sum kemur av ferðamannaskipunum um sumrarnar spyrja eftir golfvølli.
Ein golfvøllur á Glyvursnesi fer ikki at eiga sín líka, útsýnið er framúr, har eru seyðir, harir, heiðafuglur, sjógvur, sjófuglur og kópar – ja, hettar kann av sonnum gerast ein ótrúlig náttúruuppliving saman við golfspælinum.
Svimjihøllin í Gundadali hevur verið ein sonn perla, og ein sólskynssøga, síðani hon lat upp, men har er vorðið ov trongt í dag. Tí tørva borgarum eitt nýtt stað til svimjarar og barnafamiljur.
Ein nýggja svimjihøll eigur at verða bygd nærhendis brennistøðini og verkinum á Sundi, soleiðis at hon kann verða rikin við varandi orku. Hetta er ein sera stór íløga, og ikki minni í rakstri, men hon eigur eisini at verða raðfest frammarlaga. At góðar og nøktandi svimjiumstøður eru uppá pláss, er ein dýrgripur og eitt ómetaligt stórt íkast til fólkaheilsuna og trivnaðin annars.
At tað eisini verður tikið hædd fyri tørvinum hjá úrvalsítróttini í sama umfari, er ein sjálvfylgja nú á døgum.
Sjósvimjarar eru ein alsamt vaksandi fjøld, og hetta eins og annar ítróttur er gott fyri likam og sál. Svomið verður í Hoyvík, í Sandagerði, niðri á Bakka á Velbastað, í Gomlurætt, í Kaldbak, har eisini ein heitur pottur, er og aðrastaðni við.
Flestu sjósvimjarnir munnu tó vera savnaðir um Hoyvíkina sum miðdepil fyri síni ítrótt. Sjósvimjararnir ynskja sær eina sauna, og gott hevði verið, um onkur kom við uppskoti um, hvussu slíkt kundi veðri gjørt. Umráðandi er sjálvsagt at tað verður rikið við varandi orkukeldu.
Men trøini vaksa ikki inn í himmalin. Av íløgum, sum verða settar av til ítróttin tey næstu árini, eigur dastið at koma øðrum ítróttargreinum til góða, heldur enn fótbólti. Tað man neyvan vera nøkur onnur kommuna í øllum heiminum, sum hevur so nógvar fótbóltsvøllir pr. íbúgva, sum Tórshavnar kommuna. Gaman í, at fótbóltsfeløgini og onnur fótbóltsáhugaði ynskja sær enn betur karmar. Men tað eru altso eisini nógvar aðrar ítróttargreinar, sum somuleiðis hava tørv á betri kørmum. Og tað er skylda kommunurnar at býta tær skattakrónurnar, ið ætlaðar eru ítróttinum, javnt ímillum áhugabólkarnar.
At fótbóltur hevur fingið so góða vælvild gjøgnum árini í Tórshavnar kommunu, er ivaleyst tí, at kommunan í ovurhonds mát hevur verið stýrd bert av tí eina kyninum. At Fimi, fimleikarhøllin í Gundadali, gjørdist veruleiki, var tí at javnstøða var galdandi í býráðnum, sum tók við í 2005 – tá varð lógvatak tikið, og avgjørt varð at nú skuldi fimleikurin raðfestast fremst; ein ítróttargrein sum hevur størstu umboðan millum børn, og serliga gentur. Avgerðin um Fimi er eitt livandi dømi um, hvussu týdningarmikið tað er, at tað er javnstøða har avgerðirnar verða tiknar og fjølbroytni umboðað, tí tástani fáa vit bestu úrslitini bygd á fólkaræðið.
Júst í hesum døgum, hóskvøldið 5. mai í Norðurlandahúsinum, skipar Ítróttarsamband Føroya fyri ráðstevnu um kvinnur í ítrótti. Hóast hagtølini siga, at kynsbýtið av limum í føroyskum ítrótti er javnt, eru kvinnurnar undirumboðaðar í formansessum og nevndarsessum, ella við øðrum orðum, har avgerðirnar verða tiknar. Hetta er tíverri ikki øðrvísi enn í føroyska samfelagnum sum heild.
Marin Katrina Frýdal
býráðslimir í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi