Tað er skylda hjá kommununi at bera so í bandi, at ítróttarfeløgini verða javnsett tá umræður inntøkumøguleikar.
Kappróðrarfeløgini eiga sjálvandi øll at fáa lut í inntøkuni t.d. á Ólavsøku, og hallartímar eiga at vera javnt býttir millum feløgini, sum nýta hallirnar.
Kommunan má tryggja kringumstøðurnar hjá ítróttarfeløgunum, so leikluturin hjá øllum teim mongu sjálvbodnu, sum reka felagsskapirnar, í størst møguligan mun verður at arbeiða burturav við innihaldsliga partinum.
Alt ov nógv tíð og orka hjá teim sjálvbodnu fer til at fáa til vega fígging til karmar kring ítróttina. Her eigur kommunan at vísa vegin og tryggja ítróttarfeløgunum góðar karmar og javnsettar møguleikar at virka undir.
Andrea Heindriksdóttir