Ítróttardeplar kring landið

17 January 2008
Skrivað hevur

Vit eiga tí at leggja eina langtíðarætlan fyri at byggja ítróttardeplar kring landið. Hesir skulu gerast soleiðis, at teir kunnu rúma fjølbroyttum ítrótti – fimleiki, flogbólti, hondbólti, innandurðafótbólti o.ø. Og, sum eg áður havi skrivað um, er stórur tørvur á einum 50 metra svimjihyli.

Hugsa vit um fýra deplar, kundu teir til dømis fevnt um hesi øki: Sandoy/Havnin, Vágar/Norðstreymoy, Klaksvík og Suðuroy. Hetta eigur at gerast sum ein felags ætlan, har størri kommunueindir saman við landinum gera ein fíggingar- og útbyggingarleist fyri 10 tey komandi árini, so at vit tryggja okkum góðar venjingarumstøður fyri flestu ítróttargreinar, og møguleikar hjá ungum sum eldri at íðka ítrótt. Land og kommuna kundu fíggjað hesar deplar eftir sama leisti sum ellis- og røktarheim verða bygd eftir.

Heilsufyribyrging
Lívsstílssjúkur hótta við at spreingja okkara heilsuverk í framtíðini. Hagtøl vísa greitt, at talið av børnum, ungum og vaksnum, ið viga ov nógv og røra seg ov lítið, økist í stórum. Ítróttardeplarnir skulu tí hugsast inn í eina heilsufyribyrgingarætlan.

Nei, eg oysi ikki lyfti úr einum ótømandi valfleskposa. Men eg lovi at arbeiða fyri, at ítróttin kemur inn í langtíðarraðfestingina av teimum útbyggingum, ið neyðugar eru at gera í Føroyum.

Bjørt Samuelsen

Meira frá sama høvundi

No items found.