Hetta er ein munur, ið vit við øktari framleiðslu og inntøkuskapan kunnu fáa burtur. Størri inntøkuskapan er ein av týðandi fyritreytunum fyri, at vit aftur fáa búskaparvøkstur, yvirskot á fíggjarlóg og kunnu halda áfram at menna okkara vælferðartænastur.
Nøkur átøk, ið kunnu gerast fyri at gera Føroyar til eitt meira inntøkuskapandi samfelag eru hesi:
Fiskivinna okkara skal hava greiðar og tryggar karmar sum skjótast. Stig skulu beinanvegin takast til, at fáa til vega eina breiða semju tvørturum politiskar flokkar og fiskivinnuna.
Alivinna okkara gerst ein alsamt meira týðandi partur av føroyska búskapinum. Vit skulu tryggja framhaldandi menning av kørmunum soleiðis, at vinnan kann halda áfram at vaksa á tryggan og burðardyggan hátt.
Okkara vinnupolitikkur skal fevna um málrættaða menning av atknýttum vinnum til okkara høvuðsvinnur. Eitt nú menning av útgerð, tøkni, tænastum o.ø. til maritimar vinnur.
Átøk fyri at virðisøkja tilfeingi okkara skulu raðfestast ovarlaga.
Gransking á Fróðskaparsetur Føroya og føroyskt vinnulív skulu í nógv størri mun samstarva fyri at fremja nýskapan, virðisøking og vøkstur. Gera samstarv til grundleggjandi part av útbúgving.
Mennast skal ein útbúgvingarvinna í Føroyum. Fróðskaparsetur Føroya skal kunna bjóða útlendingum hægri útbúgvingar móti gjaldi. Málið skal verða at skapa bestu maritimu útbúgvingarnar í Norðuratlantshavi.
Ferðavinna okkara skal gerast ein enn meira týðandi partur av føroyska vinnulívinum og búskapinum. Greið mál skulu setast, og tað almenna og privata skulu samstarva fyri at fáa best møguligar karmar, og so góða samskipan sum møguligt innanlands og uttanlands.
Tað almenna skal stimbra vinnuvirksemið við, at útbjóða virksemi, ið er egnað til hetta. Størri verkætlanir skulu altíð útbjóðast og atlit skulu takast til, at virksemið skal menna føroyskar førleikar og skapa størv og virðisøking í Føroyum.
Kappingarráðið skal verða ein sterkur stovnur, ið hevur eftirlit við, at fullgóð kapping er millum fyritøkur á føroyska marknaðinum. Hetta fyri at tryggja, at føroyska fyritøkur kappast og harvið mennast, og at føroyingar fáa vørur og tænastur til so lágan kostnað sum møguligt.
Útlendskur kapitalur er vælkomin í føroysku vinnuna, men undir treytum, ið tryggja, at arbeiðspláss og virðisøking verður fyrst og fremst í Føroyum – ikki uttanlands.
Íverksetan skal verða fastur táttur í fólkaskúlum og miðnámsskúlum og skal ráðgeving verða til taks hjá spírandi íverksetum.
Pensjónsnýskipan skal íverksetast, ið tryggjar øllum eina trygga pensjón og skal henda vera ein varandi loysn viðvíkjandi vaksandi pensjónstørvinum komandi árini. Krøv skulu tryggja, at øll uppsparingin ikki verður send av landinum, men at partur av hesi verður við til at menna føroyska samfelagið.
Skattaskipan okkara skal endurnýggjast. Tað skal loysa seg betur at arbeiða og at skapa arbeiðspláss. Inntøkuskatturin skal niður og barnafrádrátturin hækkast, samstundis sum vit skulu nýta nýhugsan innan skatt og avgjøld.
Hetta eru øll átøk, ið kunnu fremjast í komandi valskeiði. Átøk, ið kunnu geva okkum einar munandi meira inntøkuskapandi og sjálvbjargnar Føroyar.
Tað eru vit sum búgva í Føroyum, ið hava ábyrgdina av, at skipa okkara samfelag so væl sum møguligt. Latið okkum fremja neyðugu nýskipanirnar fyri at fáa Føroyar framá - nú.
Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi
Henda grein er partur av greinarøð. Les meira um hjartamál, meiningar o.a. á www.kristinahafoss.fo.