In tranquillo mors, in fluctu vita !

28 April 2012
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Mangur man hava klórað sær í nakkanum og spurt seg sjálvan, hvaðani menningin í samfelagnum er komin hesi seinastu stórthundrað árini. Tað finst bara eitt óvanligt lop í fólkavøkstrinum í Føroyum, og tað er, táið vinnuliga undirstøðukervið flytir seg frá landi út á sjógv. Tá tann stóra vinnuliga metamorfosan flytur okkum úr landbúnaðar-samfelagnum til fiskivinnusamfelagið. Fólkatalið tíggjufaldast. Úr 5 til 50 túsund menniskju í rundum tølum. Soleiðis, sum tilfeingið higartil er hagreitt, er ikki rúm fyri einum størri íbúgvaratali við verandi nattúrutilfeingi.

Tað eigur tó at vera ein miðvís national ætlan, at fólkatalið veksur, men tað krevur ein nýggjan vinnuligan infrastruktur, og til tað finst bara eitt einasta tilfeingi, - tað er tann humana ressourcan. Skal nakað koma burturúr henni, er skúlaskapur og gransking á altjóða støði eitt alt avgerandi krav. Búskaparrákið er ímóti okkum í løtuni, men tað er í andróðri, at vøddarnir veksa og rúmkast.

Hesi somu stórthundrað árini hevur ein annar infrastrukturur, meira óítøkiligur, ligið latentur undir øllum, sum hent er í hesum landinum. Sum ein støðugt rennandi djúphavs-streymur hevur tjóðskaparrørslan flutt okkum fram á leið, frá einari rók á aðra, altíð kveikjarin ávegis til næsta málið. Hetta snýr seg als ikki um partapolitikk. Hann er alt ov primitivur, karráur, í mun til felags kensluna, tjóðskaparkensluna, ið gongur sum ein geil ígjøgnum øll hjørtuni og heilarnar, sum hava tikið eksistentiellu avgerðina at menna júst hendan partin av jarðarklótuni, sum vit húsast í. Haðani kom samleikin, endurreisnin av málinum, sum sjálvt

Svabo hevði mist mótið um. Haðani komu skúlarnir, universitetið, sjómansskúlarnir, fiskimørkini og andstøðan til hin glúpska kontinentalkapitalin – EEC – fyrst í sjeytiárunum. Haðani kom styrkin til eina samfingna fatan av okkum sjálvum.


Høvini vóru fræls. Fáar tjóðir hava troytt tann frælsa sjógvin so nógv sum vit. Mangur mundi vera ivasamur um materialistiska grundarlagið undir tjóðini, serliga eftir at 200 fjórðinga fiskimarkið varð ásett í 1977. Talið av fiskimonnum minkaði úr fleiri túsund monnum til á leið eitt túsund mans í okkara tíð. Tað paradoksala er tó, at samfelagið ongantíð í søguni hevur ment seg so nógv sum júst hesi árini, síðani ta ”stóru avmarkingina”, sum fleiri hildu fiskimarkið vera.

Tí er tann góði spurningurin, hvaðani hendan menningin stavar? Svarið er, undirstøðukervið á øllum mótum. Íløgur í vegir, tunlar, ferjur, flogfør, samskifti, dagstovnar og í serklassa íløgan í kenslumál, - í skúlaskap. Táið intelligensurin hjá arbeiðarabørnunum slapp framat námunum, og kvinnurnar komu út á arbeiðsmarknaðin, tá hendi skarvslopið, sum flutti okkum fram í tað vælferðarsamfelagið, sum tey flestu okkara vilja varðveita og røkja og menna.

Onki kemur av ongum. Leiðin til bókstavin hevur verið strævin hjá mongum. Serliga táið lítið var hildið um stavin, og tað í onkrum bygdum var eitt mantra at halda hánt um menn og kvinnur, sum lærdu seg kynstrið at lesa og ikki minst at skilja tað, sum litteratar av ymsum slagi høvdu latið úr sínum djúpu hugagoymslum.

Kristian Osvald Viderø var tíðum gestur um okkara leiðir. Hann og abbi vóru vinmenn, og hann gisti altíð á Langanesi, táið hann var í pastoralum ørindum á Glyvrum. Í Eysturoyar Saga hevur hann á einum av ferðum sínum hitt ein eldri glyvramann. Bara tað, at søgan er søgd í mínari tíð, sigur ikki so lítið um tey ófatiligu framtøk, sum hendan tjóðin, fólkið, hevur megnað.

Hin gamli letur illa at. Viderø endurgevur hann fyri at siga, at bókstavurin stóð ímillum hann og Evensen, táið hann fór at ganga til. Stavurin var honum ein snávingarsteinur, ørlendur, ja, ein bágsteinur á vegnum fram. Á sjálvum fermingardegnum var onki frægari, bókstavurin myrkti fyri honum. Evensen uggaði hann, og segði, at heysinum bagdi onki, og so spurdi hann analfabetiska konfirmantin, um hann visti nakað um harðasta streym. Tá hesin 14 ára gamli fløkti seg uppí Ólavsvøkumysingina, smíltist Evensen, og lat hann sleppa ígjøgnum nálareygað.

Hin gamli heldur fram: ”Eg reri síðan út og kendi meg frjalsan sum fuglurin, og fór víðan. –Men har úti hendi meg tað, sum hendir svá mangan. Eg fekk hug á konufólki og á einari, sum sýndist mær fagrari enn allar aðrar. Eg vildi skriva til hennar, men tá stóð bókstavurin aftur har millum mín og hennar. Eg sá, at meg vantaði eitthvat og fór á tal við Fríðrik prófasta (Fríðrikur Petersen, -tj) at biðja hann hjálpa mær at fáa studning til at mega komast í ungmennaskúlan í Føgrulíð. Men hann bað meg ikki vera býttan at fáast við slíkt fjant: Í Føgrulíð miðar alt móti sjálvstýri, og tað leiðir teg ikki til hins betra. Bókstavurin drepur, men andin lívgar, sigur skriftin - -.”

Hetta pastorala íhaldið fekk hann tó ikki at gevast á hondum. Hann tók sakina í egnar hendur. Skøddi seg væl og gekk til Leirvíkar, og eftir at leirvíkingar høvdu sett hann yvir um fjørðin, kom hann á tal við Símun á Skarði, sum hann helt vera ein rættan mann. Eftir mikið stríð og strev og eitt skeið á Háskúlanum hjá Símuni og Rasmusi og konum teirra hvarv tann bókstavurin, ið hevði staðið sum eitt døkt tjald ímillum hann og lívið – sum ein forðing. Háskúlamenninir høvdu flutt hann inn á vinnarabreytina.

Omma mín, sum hevði gingið fólkaskúlan á ”Universitetinum í Gøtu”, hjá Gamla Lærara, Símun Paula úr Konoy, var ikki líka illa útborin, tá hon fór til Havnar at nema sær vitan og víðsjón á Háskúlanum. Hon tók aftur og aftur í hetta tíðarmálið og segði, at hon hevði fingið eina rættiliga tjóðskaparliga veking hesa tíðina, sum ongantíð slóknaði aftur. Sjálvandi var tað avmarkað, hvussu nógv fakligi førleikin mentist á einum styttri háskúlaskeiði, hon helt mestu læruna vera, at hon har fann útav, hvussu lítið hon í grundini vitsti. Har kveiktist forvitni eftir at vita meira um tað ókenda. Har kveiktist emotionella kenslan um føroyskt mál og føroyskan samleika. Í øllum tí sum hon fekst við og tosaði um, defineraði hon Føroyar sum miðdepilin í alheiminum. Hon var ein klók og visioner kona, sum hevði fatað, at bara ein sterkur samleiki ber okkum ígjøgnum lívið her í heimsins útriðu.

Háskúlamenninir høvdu gjørt munin. Lesa vit um samtíð teirra, um allar fótonglarnar, sum vóru lagdir fyri teirra stremban Føroyum at gagni, eisini frá politisku skipanini, so er tað at kalla óskiljandi, at hái andin sigraði á aktivu konservatismuni, sum støðugt og stund vildi fyribeina teirra gesjefti. Eg vildi sagt, at skulu vit reisa standmyndir í Føroyum, so eiga teir báðir Símun og Rasmus at standa alrafyrstir fyri tørni. Helst skuldu tær staðið á Vaglinum, til æviga áminning um, at vit mega rætta okkum inn eftir egnum viðurskiftum altíð og stund, miða eftir hægstu málum, annars býður ikki í bøtur.

Hetta var ein onnur tíð, vit hava flutt okkum. Áneyðirnar eru, men tær eru øðrvísi. Júst í hesum sama lumma gerst ein eftirskúli áhugaverdur. Ungdómarnir, sum komu úr preindustrialiseraða samfelagnum høvdu ein heilt annan tørv enn tey, sum kanska eru vorðin disillusioneraði í ídnaðarsamfelagnum ella vitanar- og samskiftissamfelagnum. Tann basali førleikin og kveikingin til at hugsa um tjóðina og síðani seg sjálvan er avloyst av einum ættarliði, sum stendur og vegar á, hvussu tey næstu 40-50 árini skulu fáast at rigga í einum alt meira turbulentum og fløktum samfelag.

Vit kenna øll hesar næmingarnar, á institutionaliseraðu skúlastovnunum, sum ikki vita síni livandi ráð, - tey eru ikki avklárað. Tey vassa alt ov ung úr skúlanum, ferðin á adrenalininum er ov høg, og tá er týdningarmikið at tað finst ein upptøkufunktión, sum loftar teimum ávegis inn aftur á eina skilagóða rás. Havi upplivað hetta, bæði hjá mær sjálvum og mongum øðrum. Sjómansskúlarnir hava verið góðar toruveitir í so máta. Sum Edmund í Garði, skúlastjóri á Strondum, plagdi at taka til: ”Vælsignaðir latið hesar mistrívandi dreingirnar, í 6. ella 7. flokki, fara til skips, við vissu koma teir heimaftur við mjólkabátinum um eini 10 ár, við einum barometri undir arminum frá Føroya Sjómansskúla.” Har funnu eg og so mangir aðrir føroyingar eitt greitt mið og mál við skúlaskapinum, og tá bragdaði. Hendan tíðin er eisini farin, nú myndugleikin er farin at krevja miðnám fyri upptøku.

Tað hevur leingi verið tosað um ein eftirskúla í Føroyum. Júst hesin skúlin kann gerast tað verk, sum størstu áneyðir eru á ídag, nú stovnsgerðanin bara veksur í tí etableraðu skipanini. Sjálvandi skal agin vera mikil, men umráðandi er, at víðsjónin ber yvir øllum, at allur dogmatikkur og allur stavnsbundin tramanskapur verður útihýstur. Tað ræður um at reka skýggini frá hvørjum øðrum fyri eygunum á teimum ungu, soleiðis at tey gerast heimsborgarar við støði í egnum samleika. Í tjóðarinnar samleika. Góða men strongda høvdið, sum heilt ella partvíst snávaði í óviðkomandi turbulensinum, skal hava eitt mikið øðrvísi alternativ fyri at finna inn á ta røttu og sína egnu kós, til frama fyri samfelagið og seg sjálvan. Hópurin av føroyingum leita til eftirskúlar í øðrum londum, aðrir norðurlendingar flyta ímillum lond, og einki er sjálvsagdari enn, at vit eisini hava eitt tilboð til okkara grannar og fyri tann skuld til allan heimin.

Tað hevur líkasum ligið í luftini, at skúlin skal staðsetast í Suðuroy. Tað er ikki hin avgerandi spurningurin, tað ræður fyrst og fremst um at fáa ein eftirskúla at virka í Føroyum. Einaferð legði eg av mínum eintingum ein skúla á Tvøroyri. Spádómarnir um kaos vóru mangir og trivaligir, men eftir at hesin skúli hevur virkað í 10 ár, eru ringu vánirnar horvnar, og tey flestu vita ídag, at Almanna- og Heilsuskúlin gjørdist ein dundrandi succes. Ivist heldur ikki í, at ein eftirskúli í Suðuroy fer at fáa sama skoðsmál um 10 ár, táið hesin vónandi hevur virkað eins leingi.

Einaferð spurdu teir Martin Luther, hvat hann hevði gjørt, um hann fekk at vita, at heimsins undirgangur varð ímorgin, og hann svarað, at so hevði hann plantað eitt træ í dag. Nú vænti eg ikki, at heimsins endi verður so skjótur á okkum, men viðvíkjandi eftirskúlanum vil eg siga, setið spakin í í dag heldur enn ímorgin.

In tranquillo mors, in fluctu vita ! Á kyrrindum deyðin, í broddinum lívið !