So leingi vit ikki hava loyst frá Danmark eiga vit at brúka fólkatingssessin til frælsisstríð okkara
Okkum føroyingum standa tveir sessir í boði av teimum tilsamans 179 fólkatingssessunum. Harumframt eru tað danska stjórnin og Føroya Landsstýri, ið samráðast, tá týdningarmikil mál eru partarnar millum.
Sostatt er ávirkanin á danatingi millum lítil og ongin. Jamen, hví so yvirhøvur stilla upp?
Svarið er einfalt. So leingi vit ikki hava loyst frá Danmark eiga vit at nýta fólkatingspallin til at vísa á at í Føroyum býr eitt serstakt fólk, ið berjist fyri frælsi.
Eg bjóði meg fram at verða ein føroysk frælsisrødd á Fólkatingi.
Jóhann Lützen, valevni fyri Tjóðveldi