Ikki sama søga umaftur...

8 May 2013
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Eitt hvørt stjórnarskipanarmál er flaggskip í landsins politiska flota. Eg eri samd við John William Joensen, at hetta mál er vorðið eitt slag av fótatraðki, ið als ikki sømir seg og ein kastibløka hjá politikarum. Eini 14 ár eru gingin, og enn eru vit ikki komin á mál.

Men tað er púra skeivt at siga um viðgerðina av málinum í gjár, sum John William Joensen tekur til, at tað er same procedure as last year, James. Nokso fikst tikið til, men púra uttan samanbering við skemtiligu endurtøkurnar í 90 ára føðingardegnum hjá Miss Sophie. Og tíbetur eisini.

Allir flokkar á tingi vistu, at málið um stjórnarskipan fór ikki at vera lív lagað júst nú. Samgongan feldi uppskotið um at fáa tað viðgjørt í einari §25 nevnd , har tað av røttum hoyrir heima, og har allir flokkar eru umboðaðir. Rættarnevndin tryggjar ikki eina nóg neyva og breiða viðgerð til slíkt stórmál. Men tingmenn fingu málið í tingið, umvegis rættarnevndina.

Tá so atkvøðast skuldi, varð skemtið fullkomið. Bæði Miðflokkurin og Fólkaflokkurin atkvøddu í móti egnari stjórnarskipan. So nú er greitt fyri okkum øll, at hesir flokkar, ið aloftast prýða seg við sjálvstýrissinnaðum hugsjónum, heldur vilja vera undir danskari skipan enn føroyskari, og teir spæla fegnir politiskt spæl við hesum stóra máli.