Hinvegin var ætlanin at tað yvirskotið, sum Marius og ABC-samgongan hava samtykt skal fara í lummarnar á privatum – heldur skuldi nýtast at fíggja ein part av Sandoyartunlinum.
Tað hevði verið sonn vinn-vinn-støða, tí eingin hevði komið at goldið meira, enn eftir verandi privatu undirsjóvartunnilsætlan. Og landið kundi tá forsvarað, at gjørt undirsjóvartunnil til øki, har fast vegasamband longu er. Júst tí eitt yvirskot hevði verið nýtt til útbygging av samferðslukervinum til gangs fyri allar Føroyar.
Tað hevði hvørki verið rætt ella rættvíst eina at latið tey, sum nýta Vágatunnilin og Norðoyartunnilin – í flestu førum norðoyingar og vágafólk – goldið Skálafjarðatunnilin.
Útbyggingin av samferðslukervinum eigur at vera samhaldsføst, og tí má ein fíggingarleistur finnast, har øll eru við til at gjalda.