Ikki aftur danskan revolvarapolitikk

11 September 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Tá eg bjóði meg fram sum valevni til danska fólkatingsvalið, so veit eg væl, at eg - um eg vil tað ella ikki - kann fáa avgerandi ávirkan á danskan politikk, sum ikki beinleiðis hevur við Føroyar at gera. Um eg verði valdur, sjálvandi.


Eg vil leggja dent á, at eg ongantíð fari at bera lógir og skipanir ígjøgnum Fólkatingið at galda fyri fólkið í Danmark, sum eg ikki hevði kunnað vart, um tær vórðu settar í gildi her heima fyri føroyska fólkið.

Men annars fýri eg ikki fyri at selja mína atkvøðu dýrt, um eg gerist avgerandi atkvøðan í donskum málum.
Eitt av mínum høvuðskrøvum verður, at danir viðurkenna okkum rættin at samráðast við teir um millum annað eina búskaparliga skiftistíð, eftir at avgerðin um føroyskt fullveldi er tikin her heima.

Higartil hava danskar stjórnir, sama hvør liturin hevur verið, tilskilað sær rættin til einsamallar at avgerða, hvat skal henda og hvussu, tá vit føroyingar gera av at taka fulla ábyrgd av okkara landi og okkara egnu viðurskiftum.

Hesin danski revolvarapolitikkurin var ein høvuðsatvoldin til, at fullveldisætlanin hjá tí fyrru fullveldissamgonguni miseydnaðist um aldarskiftið.


Serliga var tað ultimativa danska kravið um eina búskaparliga skiftistíð upp á bara trý-fýra ár, sum fekk ætlanina at kollsigla.


Danska Nyrup-stjórnin visti sjálvandi, at fullveldisætlanin ikki kundi fremjast politiskt her heima við so stuttari skiftistíð. Ultimativa kravið var tí eisini ætlað sum ein effektiv bremsa á alla fullveldisætlanina og til at køva tjóðskaparliga eldin, ið var kyknaður aftur miðskeiðis í 1990-árunum og sostatt hevði brunnið í nøkur ár, áðrenn Nyrup vísti okkum, hvat munurin er á einum hjálandi og einum veldi í einum hjálandaveldi.


Hetta má ikki henda aftur, og tí skulu vit streingja á danir, at teir í minsta lagi viðurkenna, at vit hava rætt til at samráðast við teir um, hvussu leikur skal fara, tá avgerðin um at taka fullveldi einaferð – vónandi heilt skjótt – er tikin.

Ingolf S. Olsen