Í ES sum danskur landslutur?

3 June 2015
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Føroyska fólkatingsumboðið skal gera greitt, at Føroyar ikki hava sama ES-politikk sum danska Fólkatingið. Hetta verður sera viðkomandi komandi árini, tá Fólkatingið fer at flyta alsamt meira vald til Brússel.

Undanfarnu fólkatingsumboð hava mælt til, at vit gerast limir í ES sum danskur landslutur.

Hetta vil tjóðveldisumboðið ikki góðtaka. Tjóðveldisumboðið vil ansa væl eftir, at ES-reglur og donsk lóggáva ikki verður sett í gildi í Føroyum, uttan at føroyingar hava samtykt tað. Verða vit limir í ES sum danskur landslutur drukna vit fullkomiliga og hava onki at siga.

Vit skulu samstarva við Danmark og við ES og við øll tey lond, sum eru viðkomandi fyri okkum. Men vit mugu ikki lata onnur taka avger fyri okkum, uttan at vit hava havt virknan leiklut í avgerðini.

Samstarv og samvinna við onnur lond er sera týdningarmikið og sera gevandi fyri okkara samfelag. Men skulu vit hava fyrimunir av samstarvinum, eigur málið at verða at føroyingar samstarva sjálvstøðugt.

Annita á Fríðriksmørk