Hvussu ringt skulu pensjónistarnir hava tað, áðrenn Sambandsflokkurin er nøgdur????

13 January 2010
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Ella er tað nú so ófatiligt? Er tað ikki júst neyðuga avleiðingin av, ikki at vilja taka við ábyrgd!

Tað hevur í øllum førum ikki verið mánaður, síðani ABC samgongan kom til, at Sambandsflokkurin ikki er komin við uppskotum um at taka frá teimum gomlu, og fingið tey samtykt við hjálp frá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum:


Er tað ikki í sambandi við dagtilhaldini, sum skulu missa sína játtan,
so eru tað pensjónirnar, sum skulu lækka ella
gjald fyri heiligvágin, sum skal hækka, ella
gjald fyri uppihald á sambýlum sum skal hækka.
Osfr.

Tað tykist sum at samgongan, í hesum føri við Sambandsflokkinum á odda, eina og aleina hevur kikaran vendan móti teimum gomlu, og teimum onkursvegna fíggjarliga illa fyrikomnu borgarum okkara.

Sparið heldur har, sum sparast skal!
Um tað nú var so, at onki annað reiður var at fara eftir pengum, so var tað tað! Men so er ikki. Fíggjarlógin er fylt við bygnaðartrupulleikum, sum sambært búskaparráðnum fyllir helvtina av fíggjarlógarhallinum. Og tey gomlu eru altso ikki ein partur av hesum bygnaðartrupulleikum! Tað eru heilt aðrar kontoir sum skapa fíggjarlógarhallið, og sum tí mugu rættast! Men samgongufólk bera seg undan, og siga seg ikki kunna semjast um at gera nakað við hesar trupulleikar.

Gud viti, hvat tað so er, sum fær alla samgonguna viku eftir viku at verða samda um, at umstøðurnar hjá teimum gomlu skulu skerjast, - og enntá uttan grundgevingar og uttan mál og mið!?

Eins deyð er annans breyð!

Fólkaflokkurin hevði mann ikki roknað við fór upp á barikadurnar í hesum máli. Men hvar er Javnaðarflokkurin? Er hann ikki merkiliga kúrrur í hesum døgum. Kann verða, at hann veit, at skal hann fáa tað betri í komandi veljarakanningum, so kann hann bara taka atkvøður frá Sambandsflokkinum. Tí ræður um hjá honum at lata Sambandsflokkin steikjast í sínum egna feitti til Javnaðarfloksins fyrimun. Hevði hann annars akt, sum hann hevur makt, - hann situr jú við fíggjarmálum! So hevði hann langa nevan í borið og forlangað virðiligari umstøður fyri tey gomlu. Men ikki eitt orð. Bara samtigandi tøgn!

Vísir kanska, hvussu nógv hægri tey virða Flokkin enn umstøður fólksins.

Fullveldið gevur teimum gomlu virðiligar umstøður - Ríkisfelagsskapurin tekur frá teimum!
Tá ið fullveldislandsstýrið sat, vaks pensjónin meira enn nakrantíð. Tað høvdu vit ráð til tá, tí vit høvdu eitt mál um at taka ábyrgd av okkara samfelagið og borgarum okkara. Vilt tú taka ábyrgd av samefelagnum ber ikki til at umganga ábyrgdina fyri teimum gomlu, og tí kom onki annað uppá tal tá.

Men so kom ABC til og settu fullveldið til viks. Úrslitið síggja vit m.a. hevur verið, at hesi ABCfólk, nú hava slept teimum gomlu upp á fjall. Eg veit ikki, hvat málið hjá ABC samgonguni er. Tað vita fjølmiðlarnir heldur ikki. Fakfeløgini heldur ikki. Og tað vita samgongutingfólk heldur ikki. Tey flenna bara, tá ið man spyr tey! Tú, sum lesur hetta lesarabrævið kanst royna teg, við at spyrja onkran í ABC samgonguni, hvat endamálið er við ABC-samgonguni.


Vilt tú ikki hava ábyrgd av samfelagnum, megnar tú heldur ikki at stýra við ábyrgd.
ABC samgongan er gott dømi um tað! tí mugu teir politikkarar framat, sum vilja seta ábyrgdina á skránna aftur. Tástani fært tú ein politiskan myndugleika, sum eisini tekur ábyrgd av teimum gomlu.

Annita á Fríðriksmørk