Hvussu neyvt er eftirlitið hjá Vørn?

3 December 2019
Skrivað hevur

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um eftirlitið hjá Vørn, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu er eftirlitið hjá Vørn við útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni?

2. Metir Vørn, at Vørn hevur arbeiðsorku at røkja eftirlitið til fulnar?

3. Hvussu regluliga er eftirlit við ognarskapi í fiskivinnuni?

4. Kannar Vørn, um samsvar er millum tað, sum er fiskað, tað, sum verður landað, og tað, sum verður selt av landinum?

5. Um Vørn kannar tað, ið spurt verður um í spurningi 4, hvat vísa kanningar hjá Vørn av hesum?

Viðmerkingar: Nú kjak hevur tikið seg upp í Íslandi viðv. framferðini hjá íslendskum reiðaríum í útheiminum, verður hesin fyrispurningur settur fyri at vita, hvussu føroysku myndugleikarnir eru fyri til tess at gera eftirlit.

Á Løgtingi 3. desember 2019

Beinta Løwe Jacobsen

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.