Hvør er kósin hjá okkara landi ?

8 December 2011
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

”Tú kanst snýta alt fólkið ein part av tíðini,
og tú kanst snýta ein part av fólkinum alla tíðina,
men tú kanst ongantíð snýta alt fólkið alla tíðina.” (Abraham Lincoln)

Hesi vælvaldu og kendu orð eru eisini galdandi fyri løgtingsfólk. Hesi geva vónina um, at meirlutin á Løgtingi, eftir hesa viðgerð av fíggjarlógaruppskoti Landsstýrisins, fer at at lata eyguni upp fyri teimum ætlanum – og manglandi ætlanum – ið Landsstýrið hevur fyri framtíðina hjá Føroyum.

Vit viðgera í dag eina fíggjarætlan fyri okkara land, har staðfestast kann, at:

- hóast tiknar verða inn 274 mió. kr. í sokallaðum ”nýggjum inntøkum” – harav 234 mió. kr. í pensjónsskatti og 40 mió. í avleiddum inntøkum – so hækkar undirskotið á fíggjarlógini í mun til í ár.

- pensjónsskatturin verður hækkaður hjá nógv tí størsta partinum av føroyskum pensjónistum - úr 27% uppí 40% fyri miðal pensjónist.

- kommunurnar kring landið yvir tíð fara at missa allar inntøkur frá pensjónum – í framtíðini er talan um fleiri 100 mió. kr. árliga.

- marginali landsskatturin lækkar, ikki við 1, 2 ella 5% - nei, við heili 15% - úr 35 % (2011) niður í 20% (upp til 600.000) í einum, samstundis sum landskassin hevur skríggjandi stóran tørv á, at fáa til vega fleiri inntøkur fyri at minka hallið og lánibyrðuna nú og framyvir.

- Føroyar helst verður einasta landið í heiminum, ið kemur at skatta pensjónir harðari enn vanlig lønarinntøka.

- ongin nýskipan innan okkara høvuðsvinnu er ætlað í 2012, hóast vinnan hevur átroðkandi tørv á, at fáa betri og tryggari karmar at virka innan, soleiðis at hon sum skjótast kann gerst burðardygg bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga.


Spurning kann av røttum setast við hetta uppskot til karmar fyri samfelagið komandi tíðina – og serliga kann hesin spurningur setast:

”Hvør er kósin fyri okkara land og fólk” ?

...

Fari at viðgera nøkur yvirskipað viðurskifti í sambandi við samfelagsstøðuna og fíggjarlógina, og seinni fara vit, tingfólk Tjóðveldis, at viðgera ymsu partarnar av fíggjarlógini nærri.

...

Tað kunnu av og á vera tíðir har ráð og yvirskot er til - ikki at taka rættar avgerðir - rættstundis.
Vit eru ikki í tílíkum tíðum.

• Fólkatalið í landinum er minkandi. Hetta vísa seinastu hagtølini og framskrivingar.
• Arbeiðsloysið er vaksandi – og talið av lønmóttakarum minkandi.
• Størsti parturin av høvuðsvinnu okkara gevur stórt hall.
• Talið av ungum og føroyingum í arbeiðsførum aldri er sera skjótt minkandi partur av føroyingum.

Tað eru mørk fyri, hvussu leingi tað er møguligt at útseta tillagingar uttan at hetta kemur at ganga grundleggjandi og hart útyvir vælferðina í samfelagnum.


Hesi mørk eru nú um at verða rokkin.

Skuldin økt við 2 mia. kr. eftir 5 árum
Hyggja vit at gongdini hjá landshúsarhaldinum seinastu árini er greitt, at almenna bruttoskuldin bara síðan 2006 er økt úr 3,3 mia. kr. uppí 5,2 mia. kr.. Ein hækking á nærum 2 mia. kr.

Tú skuldi kanska hildið, at hetta var orsakað av, at inntøkurnar vóru minkaðar. Men so er ikki.

Síðan ABC-landsstýrið tók við landsins leiðslu í 2004 og til og við í ár, eru inntøkur landsins vaksnar við heili 25%.

Trupulleikin er, at útreiðslurnar í sama tíðarskeiði eru vaksnar við 33%.

Tí hongur roknstykkið ikki saman. Neyðugt er við broytingum.

Vit hava veruliga átroðkandi tørv á, at fáa framt fleiri langtíðarloysnir, ið fáa okkara samfelag framá - nú.

Nú er ikki rætta tíðin at velja stuttskygdar loysnir.

Hóast hetta, so velur landsstýrið eina røð av nýskipanum frá - í 2012.


Hetta sæst aftur í hesum fíggjarlógaruppskotinum.

Heldur enn at skapa neyðugar tillagingar av samfelagnum og fáa javnvág aftur í landshúsarhaldið – so verður alt fokus flutt frá hesum, og í staðin verður løgd fram ein meira ella minni framskrivað fíggjarlóg uttan stórvegis annan politikk enn:

- nakrar íløgur verða fluttar – serliga til øki, har landsstýrismenn búgva, og

- inntøkuskattur landsins verður minkaður munandi, brutto við 265 mió. kr.

- inntøkuførdar verða framtíðar skattainntøkur fyri at fylla ”holið” fyribils. Hetta fyri, at tað skal síggja út sum um, at landsins inntøkur ikki minka.


Men tað gera tær.

Tí landskassin gerst hvørki ríkari ella fátækari av at flyta inntøkur fram í tíð.

Hinvegin gerst landskassin munandi fátækari av, at minka um inntøkuskattin við 265 mió. kr.

Hetta - saman við minkandi fólkatali og alsamt færri í arbeiðsførum aldri í mun til eldri - gera avbjóðingarnar í framtíðini størri enn nakrantíð.

Játtanarlóg landsins brotin – ongin búskaparfrágreiðing

Sambært játtanarlóg landsins skal landsstýrið eisini leggja búskaparfrágreiðing við fíggjarlógini, tá henda verður løgd fyri Løgtingið. Sjáldan hevur verið so stórur tørvur á hesum sum nú. Men landsstýrismaðurin hevur valt ikki at leggja tílíka við á hesum sinni, og verður fíggjarlógin hesuferð tí heldur ikki sett í ta perspektiv, ið hon gjarna skuldi verða sett í.


Hetta er sjálvandi harmiligt, tí okkara búskaparstøða og støðan í londunum kring okkum hevur í stóran mun týdning fyri okkara fíggjarlóg.

Fíggjarlógin heldur seg ikki til ásettu karmarnar

Tá umræður teir fíggjarkamar, ið fíggjarlógin skuldi halda seg innanfyri, so heldur verandi lógaruppskot seg ikki til hesar.

Útreiðslurnar og hallið eru størri enn ásett í kørmunum frá Løgtinginum, samstundis sum færri íløgur verða gjørdar enn ætlað varð. Hartil kemur, at verður hugt at úttreiðslunum á fíggjarlógini fyri árini 2013 og 2014, so eru hesar ávíkavist 200 og 300 mió. kr. hægri enn ásett í kørmunum frá Løgtinginum.

Hetta merkir, at vit flyta okkum munandi burtur frá málinum at røkka javnvág á fíggjarlógini í 2016.

Við hesum fíggjarlógaruppskoti vil úrslitið hjá landskassanum gerast enn verri komandi árini við RLÚ í 2012 á -461 mió. kr, í 2013 á -658 mió. kr. og í 2014 á -649 mió. kr..

Hetta er ikki í samsvari við ætlanirnar um at minka hallið niður í -185 mió. kr. longu í 2014 og hava yvirskot í 2016. Nakað, ið breið semja hevur verið um, at røkka.

Her eru sum heild mangul uppá greiða kós fyri okkara land.


Hetta hendir samstundis sum, at vit øll, ið eru umboðað her í Løgtinginum vegna Føroya fólk, vita – at sjáldan hava vit havt størri tørv á, at tað frá landsins leiðslu verða sett nøkur stór og greið mál, ið vit saman kunnu arbeiða fram móti, og soleiðis fáa Føroyar framá á eini røð av økjum.

Hvat kundi verið gjørt í staðin ?

Allir føroyingar ynskja, at føroyska samfelagið gerst sjálvbjargið. Um vit eisini gerast sjálvstøðug eru fólk ymisk á máli um. Men latið okkum seta kósina móti sjálvbjargni. Um vit skulu náa hesum máli er neyðugt, at vit gagnnýta okkara tilfeingi enn betur og fáa munandi meira vælferð fyri tað tilfeingið vit hava, umframt skapa størri vøkstur og gera íløgur í framtíðina hjá føroyingum og Føroyum.


Neyðugt verður at arbeiða á fleiri økjum, men eitt nú eru fylgjandi átøk týðandi:

1. Høvuðsvinna okkara - fiskivinnan - má fáa nýggjar, støðugar og góðar karmar at virka innan sum skjótast. Karmar, ið tryggja, at vinnan er burðardygg bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga, og at tað verður soleiðis, at tað eru føroyingar, ið fyrst og fremst fáa møguleika at virka í vinnuni - ikki útlendsk áhugamál, ið óbeinleiðis ognartaka fiskivinnuna.
Samgongan ætlar heldur at fara aftur í tíðina. Onga nýskipan at fremja, bert endurskapa 10 ára rulling av øllum fiskiloyvum, og harvið fráskriva landinum møguleika at gera neyðugar nýskipanir í fiskivinnuni langt inn í framtíðina.

2. Greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur má ásetast sum skjótast og kommununýskipan fremjast. Høvuðsmálið má vera at fáa færri sterkar kommunur kring landið, sum kunnu skapa veruliga økismenning kring allar Føroyar. Býtið millum partarnar skal gerast á ein hátt, ið tryggjar so lítla fyrisiting og so góða tænastu til føroyingar sum møguligt.


Samgongan ætlar í staðin sum fyrsta átakið mótvegis kommununum, í fylgilóg til hesa fíggjarlóg, at taka framtíðar pensjónsinntøkur frá kommunum. Pensjónsskattur, sum kommunurnar í dag eiga 40-50% av, men sum landið í framtíðini fer at eiga allan. Hetta fer at skapa stórt hol í inntøkunum hjá kommununum framyvir. Serliga tær við lutfalsliga nógvum pensjónistum. Helst hevur landið hervið minkað munandi um møguleikan fyri semjum um kommununýskipan í nærmastu framtíð.

3. Skattaskipanin skal endurnýggjast. Á ein hátt, ið lækkar skattin á inntøkum hjá øllum samfelagsbólkum, og í staðin breiðkar skattagrundarlagið og kemur við nýggjum veruligum inntøkukeldum, ið kunnu fíggja mistu skattainntøkurnar.
Samgongan velur í staðin - við fylgilóg til hesa fíggjarlóg - bert at veita skattalættar til hægru inntøkurnar. Øll undir 300.000 kr. um árið fáa so at siga ongan skattalætta. Ongar veruliga nýggjar inntøkur fíggja skattalættan.

4. Pensjónsnýskipan skal fremjast fyri at tryggja øllum eina góða og trygga pensjón í framtíðini.


Samgongan velur í staðin – í fylgilóg til fíggjarlógina - at skatta allar pensjónir við inngjald heldur enn útgjald – og nýta hetta til at veita skattalættar her og nú. Harvið verða framtíðar inntøkur brúktar beinanvegin. Hetta hóast eldraútreiðslu landsins væntast at økjast úr 1,3 mia. kr. uppí 2,6 mia. kr. í 2040.


Samstundis velur samgongan at hækka pensjónsskattin munandi úr 27% uppí 40% fyri ein miðal pensjónist. Møguleikin fyri breiðari semju um eina framtíðar pensjónsnýskipan er minkaður munandi.

5. Hartil eru ein røð av øðrum átøkum, ið eiga at verða framd.


Inntøkuskapandi virksemi skal stimbrast, útbúgvingar- og skúlaskipan okkara samskipað betur og ment, fyrisiting okkara endurnýggjað soleiðis at hon setir brúkaran í miðdepilin og er tillagaðar tørvin hjá okkara samfelag.
Trupult er at fáa eyga á nøkur nýggj átøk hjá samgonguni hesum viðvíkjandi í hesum fíggjarlógaruppskoti, men vónandi eru ávísar ætlanir fyri framman.


Øll hesi nevndu átøkini eru dømi um átøk, ið kundu verið gjørd øðrvísi enn samgongan ætlar – átøk, ið kundu lyft Føroyar framá, og givið vón um, at Føroyar ikki gerast ein útjaðari í minking, men eitt samfelag í vøkstri, ið raðfestir við framtíðini í huga og gongur á odda innan samfelagsligar nýskipanir.

Tjóðveldi vil viðvirka til, at skilagóðar nýskipanir verða framdar.

Vil tí mæla landsstýrinum til, at taka aftur stuttskygdu lógaruppskotini um skattalættar og pensjónsskatting, og í staðin dagføra hetta fíggjarlógaruppskotið millum 1. og 2. viðgerð og harvið velja í verki at virka fyri varandi langtíðarloysnum, við heldur at endurreisa pensjónsnýskipanararbeiðið, og taka stig til at seta í verk breitt politiskt samstarv um heilt nýggja føroyska skattaskipan, ið allir flokkar taka undir við.

Hvat kostar tað okkum, at stýra okkara landi bert 4 ár í senn ?

Hetta hevði verið eitt áhugavert roknistykki at sett upp. Tí prísurin fyri ikki at gera langtíðaravtalur í føroyskum politikki er høgur.

Hetta við at stjórna landinum við langtíðarhugsjón fyri eyga, er tíverri bert hent nakrar fáar ferðir í Føroyum. Í okkara grannalondum er siðvenjan ein heilt onnur.


Tað kann undra, at vit ikki eru komin longur, tí vit hava hóast alt millum elstu parlament í heiminum. Byrjaði úti á Tinganesi og har situr landsins ovasta leiðsla enn.

Hyggja vit at teimum semjum, ið eftir ætlan skuldu vera langtíðarsemjur, ið gjørdar eru í ár, og sum vit tí áttu at sæð aftur í hesum fíggjarlógaruppskoti, so tykjast allar longu at verða sleptar.


Har eru ”sleptar semjur” um eitt nú fiskivinnupolitikk, pensjónsnýskipanararbeiði, fíggjarkarmar og íløgur, fyri at nevna nøkur dømi.

Vit eiga sjálvandi at gerast vaksin politiskt.


Vit eiga at kunna fremja politiskar langtíðarsemjur – veruligar avtalur, ið halda – tvørturum samgongu og andstøðu, tvørturum valskeið og fíggjarlógir.


Men enn eru vit í barnaárunum hesum viðvíkjandi.


Børn gera nógv, og broyta so meining, og gera okkurt annað.


Men fólkavald og flokkar, ið gera langtíðarsemjur mugu kunnu halda hesar. Annars er bert møguligt at stýra okkara landi 4 ár í senn – og hetta byggir onki land.

Størri ósjálvbjargni og ójavna kring landið
Tað er alneyðugt at vit - umframt at hugsa um nútíðina – samstundis leggja tryggar lunnar fyri okkara børnum og eftirkomarum, tí vit hava jú bert okkara samfelag til láns.

Hetta fíggjarlógaruppskotið ber ikki tíverri boð um stórar ætlanir fyri framtíðina.


Tíverri – tí eg hevði veruliga vónað – at støðan var ein onnur.

Henda fíggjarlógin tryggjar, at vit gerast fíggjarliga minni sjálvbjargin.

Ætlanin er:
- at tina ríkisveitingina,
- at minka um inntøkur landsins og
- og økja um hallið.
- Hartil skulu munandi upphæddir flytast frá føroyingum við lægri inntøkum til føroyingar við hægri inntøkum, og
- frá kommunum kring landið til landskassan.

Spyrjast kann av røttum – hvør er kósin fyri okkara land og fólk ?

Kavahús til øll – heldur enn óstýrandi og vaksandi kavabóltar
Vit kenna øll hvat hendir um vit lata ein kavabólt fara á rull – hesin gerst bara størri og størri – og at enda er ikki gott at standa í vegin.

Tað sum hendir í løtuni er, at vit hava sent eina røð av kavabóltum á rull – innan alskyns samfelagsøki – og heldur enn at støðga hesum og nýta teir at byggja eitt vakurt og virkið ”hús” har øll kunnu húsast væl, so rulla kavabóltarnir avstað og gerast størri og størri trupulleikar og vansar fyri okkum øll og fyri samfelagsmenning.

Jú, størri hesir kavabóltar verða, jú trupulari verður eisini at tillaga hesir – tá komið verður hartil at ynskt verður at byggja land.

Latið okkum her í Løgtinginum vísa, at vit til fullnar megnar at støðga kavabóltunum, ið farnir eru á rull. At skapa hesar øðrvísi, og síðan seta hesar saman til eitt vakurt, virkið og veruligt ”hús”, har allir føroyingar kunnu húsast og saman skapa eitt sjálvbjargið og sjálvstøðugt samfelag í menning – og við fólkavøkstri.

Tá høvdu fingið eina fíggjarlóg við greiðum endamáli.

Á Løgtingi, 15. desember 2011


Kristina Háfoss
Løgtingskvinna