Hetta er tann spurningur, ið stendur eftir, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 og lógirnar um flatskatt og pensjónsskatt frá samgonguni hava verið til viðgerð á Løgtingi.
Øll hesi vísa tíverri, at okkara samfelag í løtuni siglir uttan greiða kós, og verða ætlanirnar framdar í verki, gerast avbjóðingarnar í framtíðini enn størri.
Vaksandi hall á fíggjarlóg og útsettar íløgur
Hóast samgongan í fíggjarlógini inntøkuførir heilar 274 mió. kr. í sokallaðum ”nýggjum inntøkum” – harav 234 mió. kr. í framskundaðum pensjónsskatti og 40 mió. í avleiddum inntøkum – so hækkar samgongan undirskotið á fíggjarlógini fyri 2012 í mun til í ár.
Hetta er óskiljandi og vil bert vera við til at hækka almennu skuldina og økja um rentubyrðina komandi árini. Harvið verður enn minni játtan tøk til vælferðartænastur okkara.
Í komandi fíggjarlóg velur samgongan hartil at hækka rakstrarútreiðslurnar og í staðin útseta virksemisskapandi og týðandi íløgur í eitt nú miðnámsskúladepilin í Marknagili, Tjóðleikhús og havrannsóknarskip. Hetta er ómetaliga harmiligt.
Framtíðar pensjonsskattainntøkur koma at mangla
Pensjónsskattaætlanin hjá samgonguni merkir eisini, at skattast skulu pensjónsinngjøld heldur enn pensjónsútgjøld. Ætlanin er, at taka inn framtíðar skattainntøkur nú og nýta hesar til skattalættar til hægri inntøkurnar.
Ein sera stuttskygd loysn, tí harvið vilja vit mangla hesar pensjónsinntøkur seinni, tá eldraútreiðslurnar fara at økjast (úr mettum 1,3 mia. kr. nú uppí 2,6 mia. kr. í 2040) og skattainntøkurnar gerast lutfalsliga minni, so hvørt vit fara frá 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, til 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist. Hvør kann tryggja, at pensjónistar ikki koma at rinda nýggjar skattir og brúkaragjøld seinni ?
Kommurnar missa 100 tals mió. kr. yvir tíð
Hartil kemur, at kommunurnar kring landið fara at missa allar framtíðar skattainntøkur frá pensjónum. Í dag fáa kommunurnar 40-50% av pensjónsskattainntøkunum, men í framtíðini fáa kommunurnar 0%. Hetta vil yvir tíð merkja ein miss hjá kommununum á 100-200 mió. kr. árliga í nærmastu framtíð. Hetta fer serliga at ganga út yvir tær kommunur, ið hava lutfalsliga nógvar pensjónistar. Útjaðarin fer uttan iva at verða harðast raktur.
Ófíggjað marginalskattalækking á 15% skapar ójavna og størri hall
Skattauppskotið hjá samgonguni merkir sum heild, at 265 mió. kr. verða latnar føroyingum við hægri inntøkum. Mánaðarlig inntøka á 20.000 kr. fær mánaðarligan skattalætta á 115 kr., inntøka á 50.000 kr. fær 4.000 kr. og inntøka á 100.000 kr. fær 8.000 kr. Øll undir 300.000 kr. árliga fáa stórtsæð ongan skattalætta. Hetta vil skapa munandi størri ójavna í Føroyum.
Ætlanin er, at marginali landsskatturin lækkar við 15% - úr 35 % (2011) niður í 20% (upp til 600.000 kr.) í einum. Hetta hendir uttan nýggjar inntøkur til landskassan – bert flyting av framtíðar inntøkum - og samstundis sum landskassin hevur ófatiliga stóran tørv á, at fáa til vega fleiri inntøkur fyri at minka hallið og lánibyrðuna nú og framyvir.
Stuttskygdar loysnir fram um langtíðar nýskipanir
Vit hava sjáldan havt størri tørv á greiðum málum og ítøkiligum nýskipanum fyri at fáa okkara samfelag framá. Í staðin hava vit fingið eina samgongu, ið stevnir fram móti einum meira ósjálvbjargnum og ójøvnum samfelag, har ein røð av nýskipanum eru steðgaðar. Millum málini hjá samgonguni eru: tina ríkisveitingina, frysta stjórnarskipanararbeiðið og ongin fiskivinnunýskipan.
Eftir gyltu lyftini undan valinum fyri stuttum tykist verandi støða óskiljandi. Hvussu kundi tað ganga so galið, so skjótt ?
Mest av øllum stendur hesin týðandi spurningur eftir, ið eigur at verða grundarlagið undir øllum tí framda politikkinum: Hvør er kósin fyri okkara land og fólk ?
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna