Hetta hóast tríggir av størstu flokkunum í landinum hava havt leiðsluna í Føroyum hesi árini – við undantaki av fáum mánaðum. Talan er um Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.
Skuldin økist 1,5 mió. kr. um dagin
Úrslitið er, at vit í dag hava hall á yvir hálva mia. kr. á okkara fíggjarlóg, samstundis sum ongin av stóru nýskipanunum – ið vórðu lovaðar fyri 8 árum síðan – eru framdar.
Rokningina rinda vit hvønn einasta dag. Tí hvønn dag økist skuldin við 1,5 mió. kr., og hetta merkir øktar rentuútreiðslur og harvið minni pening til vælferð.
Greið mál og ítøkilig úrslit – nú !
Vit hava tørv á kós, greiðum málum og veruligum úrslitum sum skjótast. Millum átroðkandi málini eru: fiskivinnunýskipan, pensjónsnýskipan, kommununýskipan, skattanýskipan, útbúgvingarnýskipan, nýggjur vinnupolitikkur og bústaðarpolitikkur. Átøk, ið tilsamans m.a. vilja kunna skapa búskaparvøkstur, yvirskot á fíggjarlóg og økta vælferð.
Nýggjur politikkur krevur nýggja leiðslu
Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava roynt seg í nærum 8 ár. Úrslitið kenna vit.
Nú er tíðin komin til nýggjan politikk og verulig úrslit.
Hetta krevur eina nýggja leiðslu.
Kristina Háfoss, løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi
Les meira um hjartamál, meiningar og mangt annað á heimasíðu míni: www.kristinahafoss.fo